Leygarkvøldið varð greitt at Leirvíkar- og Gøtu Kommuna leggja saman. Valluttøkan í Leirvík og Gøtu var ávíkavist 76% og 63%
Leygarkvøldið varð greitt at Leirvíkar- og Gøtu Kommuna leggja saman.
Valluttøkan 76% í Leirvík
Í Leirvík vóru 488 fólk á vali og 60,4% tóku undir við samanlegging og 39,6% vóru ímóti. 640 veljarar høvdu atkvøðurætt og valluttøkan var sostatt 76%.
63 % á vali í Gøtu
Í Gøtu vóru 467 fólk á vali. 84,8% søgdu ja og 15,2% nei til kommunusamanlegging. Í Gøtu høvdu 740 valrætt og var valundirtøkan 63%.
Sostatt var greiður meiriluti fyri kommunusamanlegging í báðum kommunum. Leirvíkar Bygdarráð og Gøtu Bygdaráð skulu síðan staðfesta úrslitið á komandi kommunustýrisfundi.




