Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturi á fjøllum er vakurt náttúruøki

Oliver Joensen

Harmuligt at politikarar í býráðnum ikki tóku undir við framskygda uppskotinum hjá Kristian Eli Zachariassen um varveitslu av Skúvadalshúsinum.

Vit vóru har eysturi og hugdu, eg, Kristian Eli Zachariassen, politikari, Heri Hammer frá teknisku umsiting og Hans Hjalti Skaale, býargartnari.

Hugt var eftir húsunum tá, og nøkur mát vóru tikin. Men so hendi onki meira.

Sum skiltist tá, so hevði Kristian Eli Zachariassen ætlanir um at leggja húsið undir húsavørðatoymið hjá býráðnum, men hetta hevur helst ikki vunnið frama ímillum politikarar. Ella møguliga er tað umsitingin, ið hevur trekt longstra stráið her.

Orsøkin til at eg sigið tað er, at samstundis sum tosað var um Skúvadalshúsið, so hevði Kristian Eli Zachariassen, formaður í um umhvørvisnevndini ætlanir um at byrja at gera gongugøtur ymsastaðni í býarumhvørvinum, og her bleiv tosað um at byrja kanska við gøtuni í Skúvadal ella runt Klakkin. Ein møguleiki sum bleiv nevndur í hesum sambandi, var at seta ung í arbeiði til hetta og at hava tað sum eitt langtíðarprojekt hjá býnum.

Onki kom burturúr Skúvadalsætlanini. Fyri mær sær út til, at kommunan heldur hevur valt at lata ”ung í arbeiði” gera eitt ávíst arbeiði fyri býráðið, í staðin fyri at gera nakað fyri gongufólkið og trivnaðin í samfelagnum, tí byrjað var við gøtuni eftir vatnveitingini út í Keldur í Uppsalahaga. Allar helst er hetta komið í lag, fyri at gera vatnleiðingina meira atkomuliga hjá vatndeildini. Alt gott um tað, men tað átti at verið møguligt at sett hetta á fíggjarlógina í aðrar mátar, um so er at vatnleiðingin hjá býráðnum er ov illa atkomilig.

Møguleikarnar til frítíðaruppligingar eru fleiri ferðir meira spennandi eysturi á fjøllum. Í fyrsta lagi, tí tú gongur í ljósi og ikki í skugga allan vegin eystur, og harafturat byrjar tú at síggja suður á landi, so skjótt tú ert leystur ella leys av Núpinum.

Vit í Norðoyggjum eru vælsignaði við nógvum vøkrum og høgum fjøllum, men slættlendi eiga vit ikki nógv av. Eysturin á fjøllum er nakað sum líkist víddum og har er eftir okkara mátistokki vítt um at fara. Hugnaligt er at ganga hagani í Barm, Bjargamansdal ella bara eystur í Skor og onan á Syðratanga um so skal vera.

At hetta økið hevur verið og blívur nógv brúkt av fólki í Klaksvík hava vit prógv fyri. Júst nú, er onkur í ferð við at savna allar gestabøkurnar, ið ligið hava í Skúvadalshúsinum. Endamálið er at gera tær til eina e-bók, soleiðis at tær mongu bøkurnar verða til skjals fyri øll. Har vera nógv nøvn at finna og ikki minst fer e-bókin at vísa hvussu stóran týdning økið hevur fyri trivnaðin hjá borgarunum.

Við hesum skal eg ikki siga, at einasta rætta loysnin er at leggja húsið undir kommunala umsiting, og tó, hetta er ein arvur, ið Skótalið Nólsoyar Pálls á sinni fekk frá teimum, ið bygdu húsið. Teir bygdu tað undir krígnum, tí teir mettu sjálvandi at hetta var vakrasta og mest spennandi frítíðarøki í kommununi. Skótarnir hava valla orku ídag at halda húsið. Ídag er tað tí í ringum standi og vandi er fyri at tað fer í eini komandi ódn.

Um páskahalguna gingu vit báðir, eg og Helgi Danielsen eystur og tóku gestabókina, ið ligið hevur har eysturi síðani 2008, og vit løgdu eina nýggja bók, vónandi verður hon ikki hin seinasta.

Takast skal eisini við, at tað eru minni enn so øll, ið fara eystur á fjøllini, ið skriva í bókina í Skúvadalshúsinum, tí hjá mongum gongur leiðin ikki framvið húsinum tá tey fara eystur, eitt nú tey, ið fara í Bjargamansdal, eystur í Skor og eystur í Barm og fyri tann skuld eisini hjá teimum, ið fara eystur at fiska í vøtnum og tjarnum.