Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Eysturi við Nærabergseggina

Oliver Joensen

Leygardagin var sera gott veður. Eftir ein sera strævnan vetur til veður, valdu vit tríggir, undirritaði, Árni Elttør og Jón Egholm at fara ein túr eystur á fjøllini.

Í mong, mong ár, hari eg gingið hendan túrin. Tað byrjaði við at eg og Helgi Danielsen funnu saman til slíkar gongutúrar, helst í 80unum og síðani hevur hesin túrurin verið eitt mást hjá mær. Fyrsta eg veit um at eg havi verið eystanfyri, var tá eg í dagbókini fyri Barm sá, at eg longu í 1956 var har eysturi saman við Dovva (Kristoffer í Trøllagili) og øðrum góðum monnum við einum gásaflokki hjá Mariu Laksáfoss. Tá havi eg verið um 10 ára gamal, so kanska hevur okkurt sett seg fast har tá.

Men tá eg so mangan verið spurdur um hví eg so títt gangi hendan túrin, so er svarið heilt einfalt, at her er nógv fyri eygað á einum slíkum túri.

Nú var gott veður leygardagin. Men eg hevði ikki besta fototólið við mær á túrinu, men tó fekk eg eftir mínum tykki nógv forvitnisligt við, orsakað av sera góða sýninum. Tað er ikki hvønn dag at tú sært heilt suður á Beinisvørð her av Nærabergseggini, men tað sóu vit hendan dagin.

Vit Klaksvíkingar hava ikki nógvar opnar víddir har vit kunnu njóta útsýnið. Men eysturi á Fjøllum er sera vítt og sera fjøltáttað. Sum myndirnar (hóast góðsku) vísa, so er landslagið tú gongur á sera ymisksligt, nógv vøtn, onkur vil siga tjarnir, gil og gjáir. Hyggur tú út um nærumhvørvið, so er bergtakandi, í hvussu so er fyri meg, at siggja nesini, bygdirnar, oyggjarnar og fjøllini aðrastaðni. Jú dámar tær at njóta landið og vakurt útsýni, so er her í økinum frægd fyri eygað. Ikki at tala um, um tú fert longur eystur ímóti Herjaskorðagjógv og Skorini, men tað lata vit liggja til annan leik.