Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturkommuna bjóðar lestrarhøli til lesandi

Helgi Abrahamsen

Eysturkommuna bjóðar nú øllum lesandi í kommununi at nýta hølið í niðastu hædd hjá Leirvíkar Arbeiðarafelag sum lesistovu. Tilboðið er galdandi frá 20. juni til 19. august.

Eysturkommuna skrivar á heimasíðuni, at hetta er tíðin, tá nógv lesandi eru heima í summarfrí, men frítíðin kann eisini vera merkt av skúlatingum. Tí hevur kommunan valt at bjóða hetta tilboðið.

Í hølunum verða allir vanligir hentleikar tøkir, umframt at tey lesandi kunnu fáa sær ein te- ella kaffimunn.

”Ynskir onkur at taka av hesum møguleikanum, kann viðkomandi seta seg í samband við Fríða B. Nielsen, vinnu- og mentanarsamskipara í Eysturkommunu, á tlf. 730028, ella fridi@eystur.fo.”, skrivar kommunan.

Harleywoodpaint