Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturkommuna bygt nýggja frítiðarhavn uttan fyri lóg og rætt?

John William Joensen

Føroya Kærustovnur gav í november mánað í fjør Eysturkommunu boð um at steðga arbeiðinum í samband við vegagerð og neyst á Toftanesi tí kærustovnurin hevði avgjørt at viðgera kæru frá Steffan Stumann Hansen um byggingina og eisini vísti Kærustovnurin á at økið var ikki matrikulera og var ikki fevnt av byggisamtyktini fyri Leirvík.

Føroya Kærustovnur gav í november mánað í fjør Eysturkommunu boð um at steðga arbeiðinum í samband við vegagerð og neyst á Toftanesi tí kærustovnurin hevði avgjørt at viðgera kæru frá Steffan Stumann Hansen um byggingina og eisini vísti Kærustovnurin á at økið var ikki matrikulera og var ikki fevnt av byggisamtyktini fyri Leirvík.

Í brævið til Eysturkommunu skrivar Føroya Kærustovnur m.a. :

…. Kærunevndin í lendismálum hevur tann 6. november 2012 tikið avgerð um tygara partstatus í omanfyri nevnda máli. Samstundis hevur kærunevndin tikið støðu til, um kæran skal hava steðgandi virknað…..

……. Málslýsing: Kærarin mótmælir byggiloyvi til Landsverk at byggja neyst á Toftanesi í Leirvík. Støða varð eisini tikin til, um kæran skal hava steðgandi virknað.

Kæran:

Steffen Stumman Hansen kærir um byggiloyvi til Landsverk at byggja neyst á Toftanesi í Leirvík.

Hann greiðir m.a. frá, at Landsverk/kommunan eru byrjað uppá bygging av neystum á Toftanesi í Leirvík.

Hetta fekk kæraran at mótmæla, tí hetta skemmar umráðið, har tey friðaðu fornminnini eru á Toftanesi, og hetta tekur eisini útsýnið frá honum mótvegis fjørðinum.

Hann sigur, at hann er ikki hoyrdur í hesum málinum. Hann hevur eisini heitt á kommununa um at steðga arbeiðinum beinanvegin.

Hann greiðir víðari frá, at borgarstjórin hevur upplýst hann um, at Eysturkommuna hevur givið byggiloyvi til hesi neystini, og at tey verða bygd í samsvari við galdandi byggisamtykt. Borgarstjórin hevur eisini upplýst hann um, at tað er ikki vanlig mannagongd at hava hoyring, tá fjarstøðan til hansara hús er so long, sum hon er.

Hann vísir eisini á, at byggingin er ikki løgd fyri friðingarmyndugleikarnar. Hann vísir eisini á, at frástøðan til miðjuna á landsvegnum er bert 16 m.

Hann metir tí, at tað eru ikki nakrar heimildir fyri hesari bygging. Undir øllum umstøðum metir hann, at tey áttu at verið hoyrd í hesum málinum.

Í skrivi frá kæraranum 17. september 2012 verður m.a. viðmerkt, at sum grundgeving fyri, hví hann metir seg vera part í hesum máli, hevur hann m.a. greitt frá, at hann býr á hinari síðuni á vegnum, bara nakrar metrar frá neystunum, og tí metir hann, at uppáhaldið um, at hann ikki er partur í málinum, heldur ikki.

Hann vísir á, at byggjaríið fer fullkomiliga at taka útsýnið út móti og yvir fjørðin frá teimum, sum búgva niðast á Toftanesi. Alt hetta hendir, uttan at tey eru hoyrd í hesum málinum. Hetta minkar um virðið á ognini hjá teimum. Tey koma nú at síggja nakrar ljótar betongmúrar.

Hann vísir á, at neystini eru bygd á einum umráði, sum ikki er á bygdarplaninum. Hann metir, at tað er ikki heimild at víkja so nógv frá bygdaplaninum, uttan at bygdarfólkið er hoyrt í málinum.

Í skrivi frá 1. oktober 2012 vísir hann m.a. á, at hann heldur tað vera løgi, at kommunan metir, at hann ikki er partur í málinum, tá borgarstjórin í skrivi frá 25. juni 2012 hevur upplýst hann um kærumøguleikar.

Í skrivi frá 5. oktober 2012 vísir hann m.a. á, at hann dugir ikki at síggja, at nakað nýtt er framkomið í mun til kjarnuna í hansara kæru.

Kommunan ella advokaturin hjá kommununi hava ongantíð víst á heimildirnar fyri hesi bygging.

Ummæli frá kommununi:

Advokaturin hjá kommununi vísir m.a. á, at meginreglan er, at kærarin skal hava ein ítøkiligan og týðandi ampa av ætlaðu ella tiknu avgerðini. Í samlaða málinum og viðmerkingum hansara sæst einki grundarlag fyri at halda, at kærarin hevur nakran ítøkiligan og týðandi ampa av tiknu avgerðini um byggiloyvi á Toftanesi í Leirvík.

Talan er um í minsta lagi 40 m frástøðu millum bústað kærarans og nærmastu umrøddu neyst. Byggiloyvi er givið, uttan at neyðugt hevur verið at víkja frá galdandi byggisiðvenju.

Onnur sjónarmið kærarans eru persónlig uppfatan av vakurleika og estetiskum virðum, sum fólkavalda kommunustýrið er valt til at taka avgerðir um og ikki kann kærast um.

Í Danmark hevur serligt hugtak tikið seg upp í sambandi við grannar, sum fáa fleiri “eygu á seg” (indbliksager) og tískil eiga at fáa partstatus, men í hesum máli fer kærarin at síggja inn í bakið á nøkrum neystum, sum eingin býr í. Hann fær sostatt ikki fleiri eygu á seg og síni.

Samanlagt er einki í hesum máli, sum kann viðføra, at kærarin hevur partstatus sambært galdandi reglum í almennari fyrisiting.

Í skrivi frá 12. oktober 2012 sigur advokaturin hjá kommununi, at hann hevur fingið upplýst, at kommunan nýtir eina ítøkiliga meting, sum ikki treytaleyst heldur fast um fjarstøðuna til grannar. Í hesum málinum var mett á sama hátt sum í øðrum málum, og niðurstøðan var, at fjarstøðan saman við ítøkiliga ampanum av ætlaðu byggingini ikki kravdi grannaummæli.

Viðmerkingar og avgerð hjá Kærunevndini í lendismálum

Av upplýsingunum í málinum sæst, at Steffen Stummann Hansen, sum býr á Toftanesi 20 í Leirvík, átalar, at Eysturkommuna hevur givið byggiloyvi til bygging av neystum á havnalagnum.

Spurningurin í hesum málinum er, hvørt hann sum granni kann roknast sum partur í hesum máli, og hvussu neyvt hesin skarin av grannum skal avmarkast.

Eysturkommuna hevur mett, at Steffen Stumman Hansen er ikki partur í hesum málinum, og tí er hann ikki hoyrdur í sambandi við hesa neystabygging. Kommunan grundgevur hetta við, at í samlaða málinum og viðmerkingum kærarans sæst einki grundarlag fyri at halda, at kærarin hevur nakran ítøkiligan og týðandi ampa av tiknu avgerðini um byggiloyvi á Toftanesi í Leirvík. Talan er um í minsta lagi 40 metrar frástøðu millum bústað kærarans og nærmastu umrøddu neyst. Byggiloyvi er givið, uttan at neyðugt hevur verið at víkja frá galdandi byggisiðvenju. Kommunan nýtir eina ítøkiliga meting, sum ikki treytaleyst heldur fast um fjarstøðuna til grannar. Í hesum málinum var mett á sama hátt sum í øðrum málum, og niðurstøðan var, at fjarstøðan saman við ítøkiliga ampanum av ætlaðu byggingini ikki kravdi grannaummæli.

Kærustovnurin hevur tann 24. oktober 2012 tosað við tekniska leiðaran í Eysturkommunu, og hann hevur m.a. greitt frá, at neystini eru bygd á einum øki, sum av Landsverk er fylt út í sambandi við landsvegagerðina gjøgnum Leirvík. Hendan vegagerðin hevur heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 2006. Økið, sum er fylt út, verður ein sokallað marina og bátahylur við smærri bátum. Har kemur onkur bygningur afturat til m.a havnafútan. Hann upplýsti, at byggjaríið verður ikki hægri enn 5,5 m. Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Leirvík verða væntandi lagdar fram heilt skjótt á skrivstovuni hjá Eysturkommunu, og tá hava borgarar í Leirvík høvi til at koma við teirra viðmerkingum og møguligum klagum til hesa ætlanina framvið sjóvarmálanum.

Viðmerkt verður, at sum málið er lýst fyri kærunevndini, so fer kærda byggingin fram á einum øki, sum enn ikki er regulerað í almennu byggisamtyktini fyri Leirvík. Víst verður til samrøðuna við tekniska leiðaran í Eysturkommunu, at talan er um ein útfylling á havnalagnum, sum hevur økt um lendið hjá kommununi. Hetta lendið er ikki partur av kortskjali, víst verður til, sum er góðkent av Innlendismálaráðnum tann 24. januar 2011.

Kommunan vísti eisini í samrøðuni á, at kommunan er í ferð við at gera broytingar í almennu byggisamtyktini, og at hesar broytingar verða lagdar fram í nærmastu framtíð.

Viðmerkt verður, at tað er ógreitt í løtuni, hvat innihaldið í broytingunum í byggisamtyktini verður, tí talan er um eina viðgerð, sum er í gongd í løtuni.

Kærunevndin metti, at kæran hjá hesum grannanum er ikki ógrundað. Tað henda stórar broytingar frammanfyri ogn kærarans, herundir gerð av nýggjum landsvegi og eini útfylling, har kommunan hevur givið byggiloyvi til fleiri neyst. Hendan støðan ger, at kærarin sum granni hevur ein ampa, sum man í verandi løtu ikki kann síggja burtur frá.

Eisini verður viðmerkt, at ongar ásetingar í løtuni eru fyri økið, har neystabyggingin fer fram.

Kærunevndin metti, at sum hetta málið er háttað, so hevur hesin kærarin partstatus og hevur rætt til at fáa roynt hetta mál fyri Kærunevndini í lendismálum. Mett varð, at hann hevur ein slíkan serligan og individuellan áhuga í málinum í løtuni, at hann sambært fyrisitingarlógini, kap. 5 er partur av málinum.

Kærunevndini í lendismálum avgjørdi at hesin kærarin hevur partstatus.

Mett varð, at sum hetta málið er háttað, so hevur hesin kærarin partstatus og hevur rætt til at fáa roynt hetta mál fyri Kærunevndini í lendismálum. Mett verður, at hann hevur ein slíkan serligan og individuellan áhuga í málinum í løtuni, at hann sambært fyrisitingarlógini kap. 5 er partur av málinum.

Støðutakan til steðgandi virknað, meðan kæran verður viðgjørd.

Í framhaldi av hesum hevur kærunevndin tikið støðu til, um byggingin skal verða steðgað á økinum, meðan hendan kæran verður viðgjørd av kærunevndini.

Kærarin hevur í viðmerkingum í telduposti til Kærustovnin tann 1. oktober 2012 víst á viðmerkingarnar hjá advokatinum hjá Eysturkommunu um, at har er einki at steðga, tí byggingin er liðug og avhendað. Kærarin greiðir frá, at har verður enn arbeitt á staðnum.

Eisini verður viðmerkt, at sambært upplýsingum frá kommununi, so er bygging á staðnum í verandi løtu ikki liðug.

Viðmerkt verður, at innan fyri hetta økið er ikki nøkur lógaráseting um steðgandi virknað. Men meginreglan er, at kæra hevur ikki steðgandi virknað. Í teimum førum, tá lógin ikki hevur tikið støðu til steðgandi virknað, má spurningurin avgerast út frá eini ítøkiligari meting um steðgandi virknað.

Í hesum føri hevur kommunan avgjørt ikki at geva steðgandi virknað. Hetta er kærarin ónøgdur við.

Viðmerkt verður, at um avgerðin um steðgandi virknað skal hava nakran veruligan týdning fyri málið, so má støða takast til hendan spurningin, áðrenn støða er tikin til innihaldið í kærumálinum annars. Avgerðin skal takast so skjótt sum til ber.

Atlit eiga at verða tikin til, at tann kærdi ikki hevur ov stórt økonomiskt tap, um byggingin verður mett at vera í stríð við byggisamtyktina, og hann verður biðin um at gera byggingina samsvarandi ásettu reglunum í byggisamtyktini.

Í metingini mugu hesir spurningar havast í huga:

1. Vil avgerðin fyri ein stóran part missa týdning, ella vil ætlanin fara fyri skeyti, um kæran fær steðgandi virknað.

2. Vil kæran blíva illusorisk (gagnleys), um kæran ikki fær steðgandi virknað.

Ad. 1) Viðvíkjandi boðum (påbud) og serliga forboðum, har endamálið er at mótvirka vanda fyri heilsu- og trygd, má hetta hava steðgandi virknað beinanvegin, uttan mun til møguliga kæru.

Ad. 2) Um grannin heldur áfram at byggja, meðan kærumálið verður viðgjørt, kann hugsast, at hetta kemur at hava ávirkan á viðgerðina av kærumálinum.

Kærunevndin metti, at tað í hesum føri er neyðugt at geva kæruni steðgandi virknað, tí upplýsingarnar í málinum kunnu geva ábendingar um, at byggiloyvið ikki er í tráð við ásetingarnar í almennu byggisamtyktini.

Kærunevndin í lendismálum avgjørdi at geva kæruni steðgandi virknað og sostatt at broyta avgerðina hjá Eysturkommunu.

Avgerðin verður grundað við, at soleiðis sum málið higartil er lýst fyri Kærunevndini, eru ábendingar um, at hendan bygging ikki er í tráð við almennu byggisamtyktina. Mett verður, at Kærunevndin ikki kann síggja burtur frá, at tann kærdi kann fáa eitt fíggjarligt tap, um niðurstøðan hjá Kærunevndini eftirfylgjandi í sjálvum kærumálinum verður, at byggingin ikki er í tráð við byggisamtyktina……….

Avgerðin fellur um hálvan juni og avgerðin hjá Kærunevndini kann ikki kærast.

Meðan málið hevur ligið í Kærunevndini eru sum skilst nýggir upplýsingar komnir fram at neystini eru ov høg sambært galdandi byggisamtykt.

Í desmbermánaða 2012 sendi Eysturkommuna eitt hoyringsskriv út og í hesum sambandi sendu 45 borgarar í Leirvík eitt mótmælisskriv til Kommununa har teir m.a. kravdu at kommunan tók neystini niður. Meira um hetta seinri.