Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyartunnilin verður liðugur í 2019

Helgi Abrahamsen

Koyrandi verður undir Tangafirði og Skálafjørðinum í 2019 og atkomuvegirnir á Strondum og á Hvítanesi skulu eftir ætlan verða lidnir tann 31. august í ár. Tað upplýsti Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, á kunnandi fundi í Tofta Skúla, fríggjakvøldið.

Arbeiðið við at gera atkomuvegirnar á Hvítanesi og á Strondum byrjar fyrsta dagin, og frá september verður borað frá hesum báðum plássunum. Arbeiði við tunnilsmunnan á Saltnesi, í Rókini, byrjar seinni.

Eftir ætlan verður borað frá Strondum til rundkoyringina, og síðani verður borað og sprongt skiftivís móti Saltnesi og Hvítanesi.

Eftir ætlan verður Eysturoyatunnilin liðugur í 2019, og byrjað verður uppá Sandoyartunnilin seinast í 2018. Ætlanin er, at Sandoyartunnlin skal vera liðugur í 2021.