Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyggin fyri vanbýti

Oliver Joensen

Kári Højgaard vil hava at vita um almennar stovnar, sum eru fluttir í Eysturoynna. Kári hevur sett soljóðandi fyrispurning til løgmann:

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen løgmann

• Spurningar Kann løgmaður upplýsa fyri Løgtinginum hvussu nógv ráð, stovnar ella almennar fyritøkur eru fluttar úr øðrum økjum í landinum til Eysturoynna, síðan ABC samgongan tók við í 2004 ?

• Um landstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at økið har TAKS heldur til ídag, hevur ov nógvar landstovnar og at tað tí má tynnast út. Kann løgmaður til samanlíkningar upplýsa talið á landsriknum stovnum og starvsfólkum í teimum fýra størstu býunum í Føroyum, Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Tvøroyri ?

Viðmerkingar Tað er trupult at fáa eyga á, at Eysturoyggin er við í ætlanum hjá samgonguni at miðfirra almenna virksemi. Ein háttur at styrkja økini er, at almennir stovnar, ið krevja dugnaligt og vælútbúgvið starvsfólk, skulu finnast kring alt landið.
Tá landstýriskvinnan í innlendismálum svaraði fyrispurningi um nýtslu av teimum 15 milliónunum á fíggjarlógini til bjálving, segði hon, at peningurin bleiv brúktur at bjálva almennu bygningarnar kring alt landið í Tórshavn, Suðuroy og Klaksvík.
Umframt flytingina av TAKS kann nevnast, at laboratoriið í Runavík varð stongt 1. oktober vegna sparingar, hóast talan bert er um tveir laborantar, ið arbeiða her fyrrapartin týsdag.
Talan kann tí ikki verða um uppraðfesting av hesum økinum, tvørturímóti.