Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fá betri ráð – soleiðis!

Oliver Joensen

Nýtsluveitslan seinastu árini er av, tað er vorðið truplari at læna pengar. Men fyri tað nýtist lívið ikki at verða keðiligt og fátækt

Tá ið kreppan kráar ræður um at finna fram aftur góðar, gamlar, kvinnuligar dygdir: at verða kreativ og at gera tað til eitt spæl at fáa meira fyri minni.

Soleiðis sigur kendi danski serfrøðingurin og ráðgevin innan privatøkonomi, Lisbeth Nebelong, ið luttekur á Altjóða Kvinnudegnum sunnudagin 8. mars 2009, sum Kvinnufelagið í Havn og Kvinnufelagasamskipan Føroya skipa fyri í Norðurlandahúsinum.

Feløgini siga, at av tí at 8. mars er ein sunnudagur í ár, hava tey valt at brúka allan seinnapartin til hátíðarhaldið, heilt frá klokkan 14-18.

Tiltakið verður í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Í tveir tímar verður fyrilestur og workshop við Listbeth Nebelong um privatøkonomi undir heitinum ”Frá undirskoti til yvirskot”. Um hvussu tú vendir mótráki til viðrák og fært skil á privata búskapinum, hvussu tú sleppur av við pengasorgirnar og sum heild fært betri umstøður at liva soleiðis, sum tú ynskir.
Stutt sagt eitt pengaprát við kontantum íblástri og ítøkiligum snildum til eitt lív sum yvirskotsmenniskja.

Annað er eisini á skránni Altjóða Kvinnudagin í Norðurlandahúsinum.
Elin Winther Poulsen, journalistur, fer í dýpdina við einum kvinnuligum stjóra, sum ofta stendur fyri skotum í almenna rúminum, og kvinnukórið Cantabile, undir leiðslu av Unn Paturson, fer at syngja.

Katrin Petersen, journalistur, hugleiðir um íbornu kynsrollurnar, og studentaskúlanæmingar fara at framføra eina variatión yvir sjónleikin Eitt dukkuheim eftir Henrik Ibsen.

Ása og Annika Andreasen, damurnar handan Synergi, fyritøkuni við tí kvinnuliga profilinum, spyrja fjøldina: Er ljósareytt óseriøst?

Sum vant verður Kvinnudagurin eisini karmur um eina framsýning hjá Amnesty International. Í ár um leiklutin hjá kvinnum í stríðnum fyri mannarættindum.

Eisini fer SEV at sýna fram básin, har til ber at kanna orkunýtsluna í húsarhaldinum, og hvussu til ber at spara orku og pening.

Atgongumerki til kvinnudagin fáast til keyps við dyrnar fyri einans 200 krónur.

Við í prísinum er eisini okkurt gott undir tunguna og at leska sær við, siga Kvinnufelagið í Havn og Kvinnufelagasamskipan Føroya.

—–

FAKTA
Lisbeth Nebelong, sum er rithøvundur, journalistur og Master of Public Management, MPM, leggur júst nú seinastu hondina á sjeyndu bókina um privatøkonomi: ”Sund økonomi – sådan!
Hon er serfrøðingur og fastur viðmerkjari í sendingini Go’morgen Danmark hjá sjónvarpsrásini TV2.
Við bókum, greinum, fyrilestrum og á internetinum, gevur hon fólki betri ráð til at liva, soleiðis sum tey ynskja tað.

Lisbeth Nebelong búði í Havn sum ung, og hon skilur føroyskt. Umframt bøkurnar um økonomi, hevur hon skrivað skaldsøgurnar ”Når engle spiller Mozart” og ”Færøblues”.