Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fá mál fara ígjøgnum

Jákup Ósá

Saman við HM undankappingini í 2008/2009 er hetta tann undankappingin, har fæst mál eru farin ígjøgnum fyrstu fimm dystirnar.

Fimm dystir eru farnir av hesi EM undankappingini og føroyska A-landsliðið hevur trý stig. So nógv stig og eisini fleiri hava Føroyar havt áður, kanska serliga tá ”veikari” lið hava verið í bólkinum. Men málúrtøkan er sjáldsama góð í søguligum høpi. Føroyar hava skorað tvey mál og tað hevur ofta verið meir mál skorað. Men inn eru bara sjey mál farin. Tað er bara einaferð hent áður, at so fá mál eru farin ígjøgnum eftir fimm teir fyrstu dystirnar. Tað var í HM undankappingini í 2008/2009, tá fyrst Jógvan Martin Olsen og síðani Brian Kerr vóru venjarar. Málmunurin á -5 er tann næstbesta nakrantíð. Bara í HM undankappingini í 2000/2001 høvdu Føroyar betri málúrtøku (-4).

Hetta er eitt greitt tekin um, at stór framstig eru á føroyska liðnum skilt á tann hátt, at avrikini eru javnt betri enn ofta fyrr. Munurin er ikki stórur í málum millum Føroyar og mótstøðuliðini, hóast stigini hava verið fleiri fyrr.

Málúrtøkan fyri fyrstu fimm dystirnar í einari undankapping er hendan:

EM undankapping 2014/2015: 2-7

HM undankapping 2012/2013: 2-18

EM undankapping 2010/2011: 3-16

HM undankapping 2008/2009: 1-7

EM undankapping 2006/2007: 0-20

HM undankapping 2004/2005: 3-15

EM undankapping 2002/2003: 4-10

HM undankapping 2000/2001: 5-9

EM undankapping 1998/1999: 1-9

HM undankapping 1996/1997: 5-22

EM undankapping 1994/1995: 2-22

HM undankapping 1992/1993: 0-22

EM undankapping 1990/1991: 3-15

Mál ígjøgnum, topp 4:

1-2: Føroyar 2014/2015: 7

1-2: Føroyar 2008/2009: 7

3-4: Føroyar 2000/2001: 9

3-4: Føroyar 1998/1999: 9

Málmunur, topp 4:

1. Føroyar 2000/2001: -4

2. Føroyar 2014/2015: -5

3. Føroyar 2002/2003: -6

4. Føroyar 2008/2009: -6