Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fá pengar til list og mentan – og serliga til handgjørt

Tíðindaskriv

Hevur tú hug at samstarva við aðrar norðurlendingar, og bróta upp úr nýggjum td. innan málningalist, tónleik, sjónleik ella okkurt annað mentanarligt? Og veitst tú av, at tú kanst fáa fíggjarligan stuðul til at skipa fyri verkstovum, námsskeiðum og líknandi, um endamálið er at endurskapa og nýhugsa norðurlendska mentan? Kom og royn títt hugskot ella fá eitt nýtt á Bókasavninum við Løkin týskvøldið 20. oktober kl 19.00 til 21.00.

Hevur tú hug at samstarva við aðrar norðurlendingar, og bróta upp úr nýggjum td. innan málningalist, tónleik, sjónleik ella okkurt annað mentanarligt? Og veitst tú av, at tú kanst fáa fíggjarligan stuðul til at skipa fyri verkstovum, námsskeiðum og líknandi, um endamálið er at endurskapa og nýhugsa norðurlendska mentan? Kom og royn títt hugskot ella fá eitt nýtt á Bókasavninum við Løkin týskvøldið 20. oktober kl 19.00 til 21.00

Umboð fyri Nordisk Kulturfond vitjar á bókasavninum við Løkin fyri at kunna og skapa íblástur. Fyrst verður ein yvirskipa kunning um Nordisk kulturfond og stuðulsmøguleikar. Síðani verður prát og sparring millum luttakararnar, um hvussu vit ítøkiliga kunnu koma víðari og fremja verkætlanir í verki. Kanska onkur ítøkilig verkætlan uppstendur ímillum luttakararnar.

Føroyingar søkja ov sjálvdan

Hvørt ár letur Nordisk Kulturfond áleið 29 milliónir krónur til út við 200 ymiskar norðurlendskar verkætlanir innan mentan og list. Nakrar fáar føroyskar verkætlanir hava fingið millum 100.000 og 400.000 krónur av hesum. Helle Thede Johansen, umboð fyri Nordisk Kulturfond, sigur, at tað er gott, men vit kunnu væl fáa meira pening at arbeiða við. Stýrið hjá Nordisk Kulturfond ynskir at fleiri stórar verkætlanir verða framdar ogserligavið uppruna í Føroyum og Grønlandi. Tú hevur møguleika at fáa heilt upp í 500.000 krónur av hesum at arbeiða við, um tú hevur rætta hugskotið. Er hugskotið eitt sindur kámt beint nú, so vilja umboð fyri Nordisk kulturfond fegin hjálpa og menna títt hugskot og títt netverk. Eitt fyrsta stig kundi verið,at tú vitjaði tiltakið á bókasavninum við Løkin týskvøldið.

Handgjørt fær serliga játtan

Í 2016 verða heilar 3 milliónir krónur settar av undir heitinum “Handmade”. Hetta átak vendir sær til listafólk, sum hava hug at royna seg í marknalandinum millum ymiskar listagreinar við til dømis tilfari, mynstrum, arbeiðsháttum og tøkni. Í Føroyum hava handverk og handarbeiði av ymsum slagi veruliga fingið eina uppblóman tey seinastu árini. So tey sum td. fáast við seyming, binding, glaslist, trælist, leirlist, málningalist ella annað hava her møguleikan at finna sparringspartnarar og fígging til at skapa nakað stórri.

Eisini luttakarar frá Faroexpo

Vinnuráðstevnan Faroexpo 2015 verður hildin samstundis sum mentanarvikan í Runavík. Á Faroexpo 2015 er m.a. ein almenn framsýning við heitinum: “Føroysk framleiðsla”. Framsýningin kemur at heiðra øllum teimum ymisku vørum og tænastum, ið verða framleiddar í Føroyum. Ein stórur partur av føroyskari framleiðslu er eisini list, mentan, upplivingar og onnur nýhugsan. Luttakararnir á framsýningini verða eisini bodnir við til hetta kvøldið. So møguleiki skuldi verið fyri at nýggj hugskot, nýggir møguleikar og nýggj samstørv verða kveikt yvir tvørfaklig mentanarøkir.

Tað er ókeypis at luttaka á tiltakinum á bókasavninum.