Enn eru nøkur fá pláss eftir í “Time Out”, sum er ein bólkur fyri børn og ung, ið eru avvaðandi hjá fólki, ið hava sálarsjúku. Sinnisbati stendur fyri Time Out, og tilboðið byrjar í september. Bólkarnir eru fyri børn og ung í aldrinum 7-18 ár. Bólkarnir verða deildir upp eftir aldri.
Time Out er eitt slag av hvílirúmi. Eitt stað, har børn kunnu siga ”time out” frá tíðini heima, har tað kann kennast trupult at vera, tá ein er barn hjá ella systkin at einum, sum er sjúkur.
Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Tey eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ið bæði kann vera tætt familja og/ella vinir.
Endamálið við bólkunum er, at børnini og tey ungu kunnu hitta onnur børn og ung í líknandi støðum, og kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerðar tilboð.
Bólkarnir verða tó stuðlaðir av tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika innan økið. Luttakararnir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Freistin at melda seg til Time Out er 1. september 2016.
Tað ber til at lesa meira og tekna seg til Time Out umvegis tilmeldingarskjalið á heimasíðuni hjá Sinnisbata: www.sinnisbati.fo.




