Soleiðis kann boðskapurin koma at ljóða til tveir av leikarunum íseinnu hálvfinaluni millum EB/Streym og KÍ um 70 dagar.
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eruleiktar. Spenningurin til seinnu hálvfinalurnar er varðveittur í báðumdystunum. Í Klaksvík leiktu KÍ og EB/Streymur javnleik 1-1, meðan Víkingur vann3-2 móti NSÍ á heimavølli.
Kort skipanin
Í EM í fótbólti hevur man eina skipan, har øll gul kortfella burtur áðrenn hálvfinaluna. Hetta merkir at eingin kann missa finalunavegna ov nógv gul kort. Men hetta er ikki galdandi í eitt nú Champions Leagueog fleiri øðrum cup kappingum. Áhugavert er tó at síggja, hvussu kort skipanin í steypakappingini íFøroyum er. Hendan skipanin er soleiðis uppsett, at leikbann fyri gul korteinans kunnu sitast yvir í steypakappingini, meðan reyð kort sitast yvir fyrstleikta dystin eftir reyða kortið. 3 gul kort skulu til fyri at fáa leikbann. Samaskipan við reyðum kortum er í landskappingini. Tað merkir, at fær ein leikarireytt kort seinasta dystin undan steypafinaluni, so má hesin sita leikbannið avsær í steypafinaluni. Tað sama er galdandi allan vegin fram til finaluna.
Hvat kann henda?
Eftir dystirnar í kvøld er støðan tann, at tveir leikarar hava2 gul kort og tískil fáa leikbann í steypafinaluni, um teir fáa gult kort íseinnu hálvfinaluni, um teirra lið koma í finaluna. Talan er um Marna Djurhuushjá EB/Streymi og Heðin á Lakjuni hjá KÍ. Men fáa teir reytt kort, so skuluteir sita yvir í landskappingini aftaná, har EB/Streymur møtir TB á heimavølli,meðan KÍ møtir ÍF á heimavølli. Vit kunnu spæla okkum við tankan um, at annarav hesum báðum leikarunum, sum seinastu løtuna í hálvfinalu dystinum liggur tilat koma í finaluna, hevur eitt gult kort. Tá kunnu boðini – um teir ikki geratað sjálvir – til teir frá t.d. venjara, leiðslu, áskoðarum v.m. í ramastaálvara vera: “Fá tær reytt kort!”
Spurningurin er, um tað ikki er óheppið at hava eina kort skipan,har leikarar kunnu blíva noyddir at fáa sær reytt kort fyri at sleppa at uppliva stóra finalu dagin, sum allirfótbóltsleikarar uttan iva vilja.




