KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Kristoffur Dragaberg, sum hevur sæð báðar dystirnar hjá KÍ í ár og eisini nærum tippað teir púra rætt, heldur, at sunnudagurin kann vísa, um KÍ hevur flutt seg í mun til í fjør.
Niðanfyri svarar Kristoffur teimum 5 spurningunum undan klassikaranum sunnudagin millum KÍ og HB.
1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá KÍ?
Eg eri ok nøgdur! Væntaði ein javnan dyst í Trongisvági og har fekk KÍ 1 stig. Tað var fyrsti dystur á árinum, so tað er í ordan! Síðani vann KÍ greitt á FC Suðuroy, har tveir ungir leikarar spældu sín fyrsta dyst frá byrjan. So tað var ein góður dagur.
2. Hevur HB dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?
Ja tað hevur hann! Kanska tað er meiri spennandi, nú KÍ hevur spílað seg út í ár. Kanska man fær ein ábending sunnudagin, um vit hava flutt okkum nærri tindinum, ella eru eru á sama støði sum í fjør.
3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?
Eg vænti mær ein intensan dyst. Serliga nú Fróði Benjaminsen verður við. Eg vænti eisini nøkur kort. HB er neyvan nøgt við byrjanina, so teir skulu helst vinna dystin. KÍ kann meiri liva við einum javnleiki.
4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá báðum liðunum?
Hjá KÍ koma Meinardt Joensen, Jonas F. Rasmussen, Ndende A. Guéye og tann av Kenan Hajdarevic/Páll A. Klettskarð sum byrjar inni at hava stóran týdning.
Hjá HB er tað sjálvandi Fróði Benjaminsen, sum hevur størst týdning. Ofta er hann tann sum gongur fremst og lyftir hinar upp! Andrew av Fløtum kemur nokk at spæla sín leiklut eisini. Vænti eisini, at Teitur M. Gestsson í HB málinum kemur at hava nógv at gera! Vónandi við at samla bóltarnar úr netinum 🙂
5. Hvat verður úrslitið?
Eg tippaði 1-1 í Trongisvági og 3-1 í Klaksvík. So kanska man verður á einari leið, um eg sigi 2-0 til KÍ, har Meinhardt Joensen verður dagsins maður.
Les eisini annað KÍ-HB tilfar:
– Vinnur KÍ er alt á gosið í Klaksvík sunnudagin




