Polarhav og Stjørnan landaðu seinnapartin, men partrolararnir hava seinasti 10 dagarnir nærum ikki fingið roynt vegna illveður.
Polarhav og Stjørnan landaðu seinnapartin, men partrolararnir hava seinasti 10 dagarnir nærum ikki fingið roynt vegna illveður.
45 tons tilsamans, har meginparturin var upsi, landaðu Polarhav og Stjørnan seinnapartin til Kósina. Teir høvdu tá verið úti í umleið 10 dagar. Men tað hevur nærum ongantíð verið fiskiveður seinastu tíðina og tað ávirkar beinanvegin fiskiskapin, tí m.a. mugu trolararnir fleiri dagar bara liggja bakk.
Av Kósini frættist, at flestu bátarnir liggja inni nú illveðri av álvara væntast í nátt.




