Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáa ikki flutt pening til dóttir í íslandi

John William Joensen

Foreldur, sum vit hava tosað við, royndu allan gjárdagin at flyta pening til dóttrina, sum ferðast hjá skilfólkum í Íslandi

– Í løtuni kann visa- ella onnur sløg av gjaldkortum ikki nýtast og tí royndu vit at fáa flutt henni kontantan pengin gjøgnum bankakervið.

– Hon fekk so fatur á einum banka í íslandi sum vildi taka ímóti penigninum.

– Men tá vit tosðau við peningastovnin hjá okkum her í Føroyum var mælt frá at flyta pengar til íslandi.

– Tey søgdu at kursurin á íslendska gjaldoyranum broyttist alla tíðina og tí var tað ikki skilagott at flyta pengar.

– Vit tosað dagliga við skilfólk okkara í íslandi og tey royna bara at taka støðuna róligt.

– Forsætisráðharrin og bankarnir siga at vanlig viðurskifti verða galdandi aftur í komandi viku og tað hava tey so valt at líta á.

– Tey sum ikki eiga reiðan pening heima við hús mugu bara royna at klára seg sum best tí í løtuni fæst ikki peningur út úr peningastovnunum.