Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáa ikki spælt vegna drukk í SÍ

Jákup Ósá

Leikarar og venjari eru givnir, tí leikarar drekka ov illa áðrenn dystir.

SÍ boðar frá, at felagið nú fer at leggja á annan bógv hvat hugburði til flogbólti viðvíkur.

Menninir hjá SÍ flogbólti vunnu steypafinaluna fyrr í ár. Men hóast tað, so er støðan alt annað en góð nú. Almenna facebook síðan hjá SÍ boðar frá umvegis formannin, Jákup á Stongum, at liðið hevur so mikið stórar trupulleikar av drukk, at nú hevur nevndin fingið nokk.

– Nevndin hevur alla tíðina roynt at lagað seg eftir tíð og tørvi hjá leikarunum. Í ár eru venjingartíðirnar settur úr fýra niður í tvær um vikuna. Afturat hesum skiftu vit venjara undan jólum. Tá vóru treytir settar, við serligum atliti til at tað skuldi ikki drekkast kvøldið fyri ein dyst.

Hetta hjálpti og liðið vann steypafinaluna móti ÍF. Men so bleiv aftur galið, tí leikararnir eru aftur farnir at drekka áðrenn dystir.

– Eftir steypafinaluna møtti so fáir til venjing at ongin gevandi venjing hevur verið síðan. Afturat hesum hevði, sum skilst, meginparturin av leikarahópinum drukkið undan seinasta dysti, sum so resulteraði í at venjarin stakk í sekkin.

– Nú tveir dystir skuldu leikast í síðstu viku, var ongin hópur og eingin venjari. Vit fáa ikki gjørt annað enn at melda frá til dystirnar.

Tað vil siga at nevndin er sett skákmát, valið er antin at stinga í sekkin, ella leggja upp til eina nýggja byrjan. Vit velja tað seinna.

Broyta kós

SÍ formaðurin Jákup á Stongum skrivar til seinast, at nú verður byrjað av nýggjum, har dentur verður lagdur á hugburðsbroyting innan drekkarí.

– Fyri at steðga hesi gongdini, og fyri at markera eina komandi broyting, nú vit kortini eru tvungin út í at byrja av nýggjum, valdu vit at takad unglingaliðið úr FM-kappingini í ár. Í komandi viku byrja semifinalurnar hjá monnum. Vit royna at manna liðið við fólki sum skilja at verandi gongd kann ikki halda fram, men at broytingar skulu til. Annars verður aðalfundur fyrst í apríl, tá leistur kann leggjast til nýggjan leik, stendur á facebook síðuni hjá SÍ.

Venjarin greiðir frá

Venjarin seinastu mánaðirnar og eisini til steypafinaluna var Kristian Mikkelsen. Hann hevur eisini skriva eina viðmerking á almennu SÍ facebook síðuni.

– Í november mánaða heitti nevndin á meg um at venja liðið. Trupuleikin var, at tað bara møttu 3-4 mans til venjing og liðið var við at fara í upploysn.
Endamálið við at seta meg sum venjara var nokk, at fáa teir leikararnar sum vóru givnir at venja, at koma aftur. Eg setti meg so í samband við nakrar av hesum leikarum, ið søgdu at orsøkin til at teir vóru givnir var, at moralurin á liðnum var ov vánaligur. Ov óstabil uppmøting til venjing og leikarar høvdu verði í býnum áðrenn onkran dyst.Soleiðis hevði tað verði í fleiri ár og nú var slutt.
Aftaná eitt sindur av tosan aftur og fram vilja teir tó geva flogbóltinum í Sørvági ein seinasta møguleika.
So verður kalla inn til leikarafund. Einir 10 mans møta upp og lyfti verður givið um, at nú skal møtast væl upp til venjing eins og at tað ikki skal drekkast alkohol 48 tímar innan dyst. Verður avtalan brotin, so verður viðkomandi koyrdur av liðnum.

Væl gekk og SÍ vann steypafinaluna. Men so bleiv aftur galið, tí nakrir leikarar ikki kláraðu at halda seg burtur frá fløskuni og hetta gjørdi, at bæði leikarar og venjari fingu nokk.

– Aftaná steypafinaluna fór luftin úr ballónini hjá flestu av leikaranum. Og tá hópurin nú bert var 7 leikarar, so merkjast 2 avboð til venjing serstakiliga hart. Frá at verða 14 mans til venjing til nú at verða 4-5 mans tað er ikki stuttligt fyri nakran.Ein kombinatión við at landskappingardystirnir so gott sum ongan týdning hava og frustratiónin um at vit høvdu mist so nógvar leikarar ella kanska var tað bara ballingarhugur, sum gjørdi at 2-3 mans ikki kláraðu at halda sær og fóru í býin dagin áðrenn dyst.
Sostatt var størsta lyfti brotið. Hópurin fór í tvíningar. 3-4 leikarar søgdu stopp og tað valdi eg eisini at gera. Sum tit síggja so hevur nevndin tað ikki nemt. Tað skullu alvorligar hugburðsbroytingar til, fyri at fáa mansflogbóltin at fungera aftur í Sørvági.Vónandi eydnast tað og eg vil ynskja nevndini og felagnum góða eydnu við tí, skrivar Kristian Mikkelsen.