Magnus Johansen skipari á útróðrabátinum Karla Magnus, sigur at um teir tóku allar makrelarnar inn sum teir króktu, so høvdu teir fingið uppí eina kurv um dagin.
Magnus Johansenskipari á útróðrabátinum Karla Magnus, sigur at um teir tóku allar makrelarnarinn sum teir króktu, so høvdu teir fingið uppí eina kurv um dagin.
Karla Magnusroynir við snellu eysturi í Holinum í morgun og vit hittu skiparan, MagnusJohansen, í telefonini fyri løtu síðan.
– Vitfáa næstan bara upsa og í morgun var eitt sindur at draga, men nú bíðja viteftir at sjóarfallið vendir so verður okkurt meira at fáa.
– Íseinastu viku royndu vit norðanfyri og tá var upsin fullur av makrel yngul. Talaner um fisk sum er 5-10 cm til støddar. Tað gongur heldur ikki dagur har vitikki krøkja onkran makrel og soleiðis hevur støðan verið seinastu tvey árini.
Tosað ikki um makrel
Tá vit spurduskiparan um teir boðaðu Havstovuni frá at teir fingu makrel bannaði skiparinvið.
– Noy –ert tú púra ørur! Makrelarnir verða tveittir í havið aftur so skjótt sum vitfáa hendir á teimum, tí tað er blivið soleiðis at fiskar tú makrel so fært túeina rokning frá tí almenna.
– Høvduvit tikið allar makrelarnar inn sum vit krøkja so høvdu vit fingið uppí einakurv um dagin. Tað tykist sum um makrelurin er allastaðni tí undan jólum fingu vit makrel á 150til 180 favnum.




