Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáa vit ávirkan

John William Joensen

So verður arbeitt víðari við at fáa eina neyvari fíggjarstýring og at langtíðarætlannir verða gjørdar fyri bæði íløgur og rakstur.

Fyri at fáa sum mest burturúr hvørjari skattakrónu skal mál- og karmastýring setast í verk á stovnunum hjá kommununi.
Hetta merkir at kommunan ger ein sáttmála við hvønn stovn sær, um støðið á tænastuni ið stovnurin skal geva. Stovnurin fær ávísa upphædd árliga til endamálið, og avgerð sjálvur hvussu hann nýtir játtanina, sambært treytunum í sáttmálanum. Fær stovnurin avlop eitt ár, so ræður hann yvir hesum avlopi og skal ikki lata peningin inn aftur. Kommunan setir, til dømis, inn í sáttmálan við barnagarðin, at eitt møguligt avlop verður nýtt beinleiðis til børnini til útferðir, leiku ella annað og ikki til umsiting.

Seinastu 4 árini hava eftir mínum tykki, verið ov nógv merkt av vantandi fíggjarstýring. Alt ov nógvar verkætlannir hava haft við sær stóran meirkostnað. Hetta eigur ikki at koma fyri, hóast tað sjálvandi kan henda í einstakari verkætlan.
Hóast tað hevur verið tosað um langtíðarløguætlannir í fleiri ár, er hetta ikki gjørt. Tí veit borgarin, til dømis, ikki um og nær, Klaksvíkar Kommuna ætlar at gera nakað við stóra tørvin á røktarheimsplássum í Klaksvík.

Fáa vit ávirkan, so vilja vit komandi býráðssetu arbeiða fyri:

• Mál og karmastýring á øllum stovnunum í kommuni við sáttmála um dygd á tænastuni

• Allar størri verkætlanir verða væl fyrireikaðar, meginregla ongin meirkostnaður

• Langtíðarætlan fyri íløgur 2009-2012 verður løgd fram á borgarafundi á heysti 2009

Hesi tiltøk vilja vit seta í verk tí vit ásannað at neyðugt er at menna Klaksvíkina í góðum samskifti og samanspæli millum borgarar og kommunu. Vit eiga at fáa fram og gera brúk av øllum teimum góðu hugskotum, ið okkara borgarar hava.

Ein býur kann ikki mennast uttan so, at allir borgarar kenna leiðina og føla seg sum ein týdningarmiklan part av at leiðina eydnast.

Hetta er alneyðugt skal Klaksvíkin framvegis mennast sum eitt kraftsentur og vera ein drívmegi í føroyska samfelagnum.

Les meira á www.eydgunn.com

Eyðgunn Samuelsen, valevni Javnaðarflokksins