Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáa vit favoritt sigrarnar í dag?

Jákup Ósá

HM tipping: Frakland og Týskland eru stórfavorittar at bresta saman í kvartfinaluni.

Í gjár fingu vit tveir javnar og spennandi dystir. Men í dag er líkt til, at vit kunnu koma at síggja greiðari sigrar.

Frakland – Nigeria:

Frakland er stórfavorittur her beint. Nigeria hevur verið eitt fínt íkast til hetta HM, men teir koma ikki víðari, uttan at teir megna at halda nullið allan vegin, og fáa brotssparkkapping. Men tað hendir ikki, Frakland vinnur. 1-tal (1,47)

Týskland – Algeria:

Her eru Týskarar eisini favorittar. Müller fer eftir toppskoraraheiðrinum, og hann kemur helst at fáa nøkur mál í dag. 1-tal. (1,48)

Eg tippi í dag:

Frakland – Nigeria (0-1): 1 (Odds: 2,30)

Týskland – Algeria: 1 (Odds: 1,48)

Eg satsi í dag:

Første målscorer: Emmunike (Odds: 11,0)

Hinir tippa:

Kristian Joensen:

Frakland-Nigeria x

Týskland-Algeria 1

Ragnar Joensen:

Frakland-Nigeria 1

Týskland-Algeria 1

Støðan:

1. Regin Sivertsen 31 stig

2. Kristian Joensen 28 stig

3. Ragnar Joensen 25 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.

Harleywoodpaint