Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáast nú við gólv og gólvhita í Nólsoyar Páls Húsinum

Norðlýsið

 Úti í gamla Skipafelagsbygninginum úti í Klaksvík arbeiðir Archibald Black av kraft við timburarbeiðinum til nýggja Nólsoyar Páls Húsið. Hetta er putliarbeiði sigur Archibald, tí nógv skal hølvast við hond og eisini er hetta bindingsverkarbeiði, so tað tekur sína tíð.

Men heimi við Biskupsstøðna verður arbeitt við at leggja grús út undir stoypingina av gólvinum til bygningarnar. Eisini verður lagdur gólvvarmi, tað verður sjógvhiti, sigur Archibald. 

Vit eru komnir væl ávegis við stórviðinum, eisini eru síðurnar um at vera liðnar, so eg rokni við at um eina góða viku afturat, so er komið langt við timburarbeiðinum her. So verður at seta upp og at inniloka. Tað arbeiðið ætli eg skal verða liðugt í heyst, men meiningin er at vit skulu seta stórviðin og træarbeiði sum heild upp fyrst, so til fer at bera til at síggja hvussu bindingsarbeiðið er gjørt áðrenn vit fara undir klæðingina, sigur Archibald Black.