Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

‘Færinger fester på stranden’

Danial Viðoy

MÍTTLAND: Soleiðis skrivar lokalblaðið, Amagerbladet m.a. um tónleikatiltakið MÍTTLAND. Eisini lovar lokalblaðið gott veður leygardagin.

MÍTTLAND: Soleiðis skrivar lokalblaðið, Amagerbladet m.a. um tónleikatiltakið MÍTTLAND. Eisini lovar lokalblaðið gott veður leygardagin.

Í morgin verður stóra føroyska tiltakið, MÍTTLAND. Tað eru ikki bert føroyskir miðlar, ið vísa hesum tiltakinum gætur. Lokalblað á Amager skrivar eisini um konsertdagin.

Víðari verður skrivað: FESTIVALUR. Føroysk mentan er á breddanum, nú ein herur av kendum føroyskum tónleikarum koma at framføra á Femøren leygardagin.

‘Femøren’ á Amager bjóðar til ein tólvtíma langan festival við nøvnum frá teimum vindhørðu oyggjunum, Føroyum, við 21 væl umtóktum bólkum og trubadurum. M.a. fer Høgni Lisberg at spæla. Umframt alla rúgvuna av tónleiki, verður ein rúgva av smúkkum og klæðum og øðrum úr føroyskum sniði at síggja.

Oman fyri túsund føroyskir útisetar í Danmark og ferðandi føroyingar hava ognað sær atgongumerki áljóðandi 499 krónur. Børn upp til 14 ár rinda ikki.

Veðurforsøgnin sær eisini lovandi út komandi leygardag á ‘Amager Strand’, tá ið tað “størsta føroyska tiltakið í Danmark í nýggjari tíð” fer av bakkastokki, upplýsa fyrireikararnir og greiða nærri frá:

– Stemningur og samanhald eru í hæddini, tá ið so nógvar væl syngjandi apur í útlegd hittast til felagssang, gildi og hugna, blandað við eitt sindur av heimlongsli.

Fyrireikararnir vænta harafturat at gildið fer at halda fram eftir at ljósini á tónleikapallinum eru slókt.