Kl. 16.00 høvdu 985 fólk verið á vali. Ilt er at sammeta við valið seinast, tí tá var valhølið í ítróttarhøllini stongt millum 14 og 16.
Men Karl Johansen, formaður í valstýrinum sigur, at kl. 14.00 ídag, høvdu 574 fólk verið á vali ímóti 711 seinast. Hvør orsøkin til hetta er er ilt at meta um, men ein orsøk kann sjálvandi vera at hølið nú ikki hevur døgurðasteðg og at fólk tí ikki hava gjørt so skjótt av.
Hinvegin kann ein kanska ímyndað sær, at hetta hevur samband við tað sum vit sóu tá uppstillingarfundirnir vórðu, at tað gekk ikki meira enn næstbest hjá teim ymsu flokkunum at manna listarnar – kanska ein ávís líkasæla.
Men en er langt til kl. 20.00 so alt kann broytast.




