Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Færri fólk á vali

John William Joensen

Á miðdegi høvdu 280 fólk verið á vali í Klaksvík ímóti 341 fyri fýra árum síðani. Hinvegin eru fleiri brævatkvøður.


Skal metast eftir tølunum í morgun, so er áhugin fyri kommunuvalinum heldur lakari enn fyri fýra árum síðani. Tó, tá talan er um brævatkvøður, so hava 293 valt við brævi hesaferð ímóti 272 fyri fýra árum síðani.
Veðrið hevur ikki verið av tí allarbesta í Klaksvík í morgun, Men tó hevur veðrið ikki verið so ringt at tað skuldi tarnað valinum nakað serligt. Sjálvt um valluttøkan hevur verið lakari ímorgun enn um morgunin fyri fýra árum síðani, so sigur hetta onki um endaligu luttøkuna, tí tað veldst í stóran mun um arbeiðisstøðuna í samfelagnum, nær fólk fáa høvi at fara á val.
Annars verður sum sagt nógv gjørt burturúr valinum í Klaksvík og soleiðis fer sjónvarpið att senda live úr KÍ-høllini í kvøld.
Vit hava enn onki frætt um valið í Mikladali og Árnafirði