Sannur rómur var á mannamúgvuni, ið møtti upp í dag við KRF neystið, tá okkara kappróðrarmanningar og bátar komu aftur við góðum stevnuúrslitum í dag. Mest varð tó tosað um sigurin hjá Klaksvíkingi, men Fípan Fagra við barnarróðrarmanning, Fípan Fagra við Dreingjum 17-18 ár og manningin á Nevinum Reyða fingu eisini uppibornan heiður. Tá tikið verður samanum, so má sigast at nógv gott fólk, bæði rógvarar, sjálvboðin hjálparfólk og leiðsla gera eitt megnar arbeiði til frama fyri ungdómin í býnum.
Koyr á KRF!
































































