Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fagraenni fekk stóran skaða

John William Joensen

Í ódnarveðrinum fríggjakvøldið sleit línubáturin Fagraenni og reyvin fór rættuliga illa

Fagraenni var bygd í Skredsvík í Norra í 1961 og er heimahoyrandi í Hvannasundi.

Fríggjakvøldið var nógvur vindur inn eftir vánni og serliga trupult var hjá bátunum sum lógu við langukaj.

Innast í krókinum vóru rættuliga stórar aldur og endin var at Fagraenni sleit og rendi við reyvini inn í ein stálbát.

Stálbáturin fekk eina buglu á gronina men øll reyvin fór hjá Fagraenni.