Landsstýrið sendur fleiri uppskot til løgtingið uttan at geva pørtunum á arbeiðsmarknaðinum møguleika at vera hoyrd, og tá ið uppskotini eru í Vinnunevndini er heldur ikki møguleiki at vera hoyrdur.
Hetta harmast feløgini í Samtak almikið um, og skilja ikki, at hvørki landsstýrið ella løgting eru áhugað í sjónarmiðunum hjá feløgunum.
Feløgini í Samtak høvdu vóna, at til bar at hava gott samstarv við bæði landsstýrið og løgting, og at tá ið lógaruppskot snúgva seg um arbeiðsmarknaðin, so vera tey send til hoyringar. Hesa siðvenju við hoyringum er nýggja landsstýrið og løgtingið við at avlaga, og tað er átaluvert.
Dømi um uppskot, har fakfeløgini ikki eru hoyrd – hvørki av landsstýri ella av løgtinginum – eru lóg um setanarbræv, uppskot um at vera heima hjá sjúkum barni við løn og tvey uppskot um broytingar í barnsburðarskipanini.
Lógaruppskotini um barnsburðarskipan eru ongantíð send til hoyringar, hóast tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum rinda skipanina. Nýggja lógaruppskotið um at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag er ikki sent til hoyringar og fakfeløgini eru ikki innkallað til vinnunevnd løgtingsins.
Lógaruppskotið um setanarbræv var send til hoyringar seinasta heyst av Bjarna Djurholm, táverandi landsstýrismanni í vinnumálum. Samtak svaraði ongantíð upp á hoyringina, tí uppskotið fall burtur, tá ið val var útskrivað. Feløgini høvdu væntað, at øll uppskot, sum nýggja landsstýrið arbeiðir við, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin verða koyrd til hoyringar áðrenn hesi vera send í løgtingið.
Tað liggja fleiri onnur uppskot í løgtinginum, sum hava við arbeiðsmarknaðin at gera. Samtak hevur heitt á vinnunevndina um at vera innkallað, tá ið lógaruppskot snúgva seg um viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Feløgini eru áhugað í samstarvi, og sum tað ljóðaði, tá ið nýggja samgongan var skipað, so var hon eitt stórt frambrot fyri føroyska løntakaran – kanska serliga tey lágløntu og vanliga fólkið sum heild – hetta høvdu fakfeløgini vónað kundi síggjast í verki við góðum samstarvi, sum gongur tvívegis. Samtak er politiskt óheft og vil samstarva við allar flokkar á tingi føroyska løntakarunum at frama.




