Tá føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið varð niðurløgd, var tað gjørt beint ímóti fakliga tilmælinum frá ljósmøðrunum. Nú verður eitt sera óheppið mál á Suðuroyarsjúkrahúsið, har tað eftir miðlaumrøðuni at døma, var ein feilur, sum førdi til at ein nýføðingur bleiv heilaskaddur. Hesin tilburðurin bleiv síðani brúktur sum beinleiðis grundgeving fyri at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Tá føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið varð niðurløgd, var tað gjørt beint ímóti fakliga tilmælinum frá ljósmøðrunum. Nú verður eitt sera óheppið mál á Suðuroyarsjúkrahúsið, har tað eftir miðlaumrøðuni at døma, var ein feilur, sum førdi til at ein nýføðingur bleiv heilaskaddur. Hesin tilburðurin bleiv síðani brúktur sum beinleiðis grundgeving fyri at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Skullu vit brúka hendan leistin at reka føroyska heilsverkið eftir hvørjaferð feilir henda í Sjúkrahúsverkinum, so hevði neyvan nakað sjúkrahús verið í Føroyum.
Sambært danskari kanning henda fleiri skaðar undir barnsburði á føðistovum har færri enn 1000 barnsburðir eru árliga. Í 2015 vóru 608 børn fødd í Føroyum, so um slík hagtøl skulu brúkast til at meta um tryggleika í samband við barnsburðir, verður neyðugt at flyta føroysku barnakonurnar til Danmarkar tá tær vóru komnar at eiga. Norsk kanning vísir at tá talan er um skaðar í samband við barnsburðir eru 90% orsaka av menniskjaligum feilum
Regiónirnar í Danmark saman við m.a. felagnum hjá donsku kvinnulæknunum, felagnum hjá donsku jarðarmøðrunum og danska sjúklingafelagnum, gjørdu í 2012 eitt tilmæli undir heitinum ”Sikre fødsler” og her verður júst barnsburðir, sum hava ført til heilaskaða viðgjørdir
Í tilmælinum stendur m.a.:
…. Omtalen i medierne kan imidlertid efterlade det indtryk, at alle tilfælde af iltmangel skyldes fejlagtig håndtering under fødslen. Det er ikke tilfældet.
500 – 700 børn fødes hvert år med tegn på iltmangel defineret som ”Apgar score under 7” fem minutter efter fødslen eller lav syre/base-status i barnets blod. (Apgar score er et scoringssystem, der foretages umiddelbart efter fødslen og fem minutter efter fødslen. Scoringen sker efter vurdering af barnets hjerteaktion, vejtræning, tonus, farve og reflekser).
Langt de fleste børn, der fødes med tegn på iltmangel, udvikler sig helt normalt.
Iltmangel og hjerneskade kan være resultat af hændelser og forhold under graviditet og fødsel, som vi i dag ikke har mulighed for at forhindre.
I ganske få tilfælde har man vurderet, at iltmangel og hjerneskade hos børn måske kunne have været undgået, hvis man havde handlet anderledes – bl.a. vurderet CTG anderledes.
Hver gang et barn fødes med en skade, bliver en hel familie ramt, uanset om skaden er et resultat af forhold under graviditet eller fødsel, som vi i dag ikke kan forhindre, eller om skaden kunne have været undgået, hvis jordemødre og læger havde handlet anderledes.
Det er baggrunden for, at jordemødre og fødselslæger hele tiden arbejder med at øge kvaliteten og sikkerheden i arbejdet med at forhindre opståen af iltmangel og fødselsskader.
Årsager til skader er: Mangelfuld overvågning,fejlfortolkninger af CTG, manglende handling
på patologisk CTG, kommunikationsbrister såder fx. ikke skabes bevidsthed om patologisk CTG, manglende færdigheder (kompetencer).
M.a. verður mælt til at útbúgva jarðarmøður og læknar fyri betur at kunna staðfesta slík tilfeldi og at halda regluligar fundir fyri starvsbólkabólkar, sum eru um barnakonur, soleiðis at tey betur eri før fyri at takla slíkar støður.
Tá slíkt hendir er umráðandi at heilsumyndugleikarnir fara inn og útvega ella betra teir manglar, sum verða staðfestir tá slíkt hendir. At steingja ella niðurleggja deildir í heilsuverkinum tá feilir henda, er ikki nøkur loysn.
At sjúkrahússtjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsið, velur at steingja føðideildina og senda alla barnakonur í oynni til Havnar at eiga, eftir eina sera óhepna hending á sjúkrahúsinum, er óskiljandi og gevur als onga meining.
Í staðin fyri at gera neyðugar broytingar og at styrkja sjúkrahúsið, var deildin stongd.
Hetta átti sjálvandi at verið steðga í góðari tíð politiskt. Men hetta var júst í tráð við ráðandi hugsunarháttin í Heilsumálaráðnum og tí er føðideildin í Suðuroynni nú søga.




