Góður fiskiskapur hjá Falkinum sambært “Sjómansmisiónini” (lagt út 21/11):
Í morgun kom útróðrabáturin Falkurin av Skála á Toftir at landa.
Tað var hugaligt at síggja at teir høvdu gjørt ein góðan túr.
Teir fóru avstað kl.20.00 í gjárkvøldið og vóru aftur kl.10.00 í morgun og høvdu 11.000 pund á 30 stampum.
Umleið 8000 pund var toskur og restin var hýsa.
Sjúrður Joensen eigur og rekur Falkin.
Hann sigur, at teir vóru eystanfyri og at fjórða hvørt agn var gogga.
Tveir mans rógva út við Falkinum.




