Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Familjuball í Klaksvík

Klaksvíkar Handilsfelag

Klaksvíkar Handilsfelag setur nú hol í sjógvin, og roynir nýggjar leiðir. Leygardagin verður eitt stórt ”Familju-ball” í Klaksvík, har Baðilandi og Svimjihøllin lata upp eftir umfatandi umbyggingar, samstundis sum fólk allan leygardagin kunnu koyra ókeypis til Klaksvíkar og millum kl. 18 og kl. 21 sleppa ókeypis úr Klaksvík og gjøgnum Norðoyatunnilin. Handlarnir hava opið til kl. 20 og tær mongu matstovurnar og caféinar hava sjálvandi opið til seint út á kvøldið.

Eftir fundarvirksemið millum handilsfólk í Klaksvík á Norðlýsinum varð Klaksvíkar Handilsfelag umskipað har m.a. Norðoya Kunningarstova hevur samskipandi leiklutin í felagnum.

Keypa tunnilistímar

Eftir samráðingar við leiðsluna í Norðoyatunnlinum var avgjørt at gera eina roynd har Klaksvíkar Kommuna og Klaksvíkar Handilsfelag keyptu tríggjar tímar frá Norðoyatunnlinum.

Tað er altíð ókeypis at koyra til Norðoyggjar gjøgnum Norðoyatunnilin, tí gjald støðirnar krevja bert gjald tá koyrt verður úr Norðoyggjum inn í Eysturoy, men leygardagin 12. juli frá kl. 18:00 til kl. 21:00 verður ókeypis at koyra úr Klaksvík og gjøgnum Norðoyatunnilin

Handlarnir í Klaksvík ynskja at gera nógv burturúr tá baðilandið í Klaksvíkar Svimjihøll letur upp aftur. Handlarnir hava tí opið til kl. 20 og til ber hjá øllum føroyingum at koyra ókeypis til Klaksvíkar allan leygardagin – og ókeypis úr Klaksvík millum kl. 18 og 21 leygarkvøldið.

Lagt fleiri ætlanir

Nevndin í Handilsfelagnum hevur lagt ymiskar ætlanir fyri veturin. M.a. er ætlanin at hava ein áhugaverdan almennan fund í september mánaða saman við Norðoya Vinnulívsráð, og arbeitt verður við at jólini í ár verða heilt serlig í Klaksvík.

Øll sum ynskja at vita meira um Klaksvíkar Handilsfelag, ella sum eisini ynskja at gerast limir í Klaksvíkar Handilsfelag, eru vælkomin at ringja til Norðoya Kunningarstovu á tlf. 456285

Limir í felagnum eru sjálvandi við til regluligu kaffi fundirnar á Norðlýsinum, har hugskot, ætlanir og eftirmetingar eru. Eingin handil er ov lítið ella ov stórur at verða við í samstarvinum.

Klaksvíkar Handilsfelag bjóðar øllum til stórt ”familju-ball” í Klaksvík leygardagin. Vit vóna at fólk gera sær stundir til at vitja baðilandið, handlar, café, matstovur og vinir og kenningar.

Okkara partur skal ikki liggja eftir at geva øllum ein góðan dag í Klaksvík.

Klaksvíkar Handilsfelag