Leygardagin 17. mai verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Leygardagin 17. mai verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Ætlanin við familjudegnum er fyrst og fremst at ættleiðingarfamiljur kunnu koma saman til hugna, spæl og prát.
Skráin fyri dagin verður uml. hendan:
-
kl. 1000 – Morgunmatur
-
kl. 1100 – Fríløta – hugni og spæl fyri børn og vaksin
-
kl. 1145 – Døgverði
-
kl. 1230 – Aðalfundur – Jens Marni undirheldur børnini við sangi meðan tey vaksnu fundast
-
kl. 1330 – Bólk fyri ættleidd við Mariu C. Nielsdóttir – Maria greiður frá síni ætlan um at stovna ein bólk hvar ættleidd børn kunnu seta seg í samband við ættleidd vaksin
-
kl .1345 – Fyrilestur við Guðrun Guðjónsson, ergoterapeutur – upplegg um rørslu- og sansaskipan + evt. praktisk hugskot til venjingar
-
kl. 1445 – Fyrilestur við Ásu Dánjalsdóttir – Ása fortelur um sína ættleiðing
-
kl. 1545 – Kaffi og køkur
Felagið vónar at síggja nógv fólk til dagin.
Tilmelding
Luttøkugjald er 200 kr fyri vaksin, ið eru limur í Ættleiðingarfelagnum. Luttøkugjald er 250 kr fyri vaksin, ið ikki er limur í Ættleiðingarfelagnum. Ókeypis fyri børn undir 15 ár. Tilmelding til familjudagin fer fram við at gjalda á konto 9181-141.299.1. Vinarliga send ein teldupost til post@aettleiding.fo ella við ring á 220610 og viðmerkið í teldupostinum nøvnini á teimum sum luttaka.
Seinasta freist at melda til er á middegi 10. mai 2014




