2.Páskadag kl. 11.00 verður familjugudstænasta í Christianskirkjuni. Guðstænastan verður merkt av nógvum sangi. Diana og Sóleyð koma at syngja, Jóhanna Højsted kemur at spæla blokkfloytu. Hanus á Gørðum kemur at prædiku. Prædikan vendir sær serliga til børnini; men tey vaksnu fáa eisini eitt orð við á vegnum. Eftir gudstænastuna verða øll boðin til eitt kaffiborð. Har verður eisini okkurt til børnini.




