Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Familjurnar fara í upploysn!”

Oliver Joensen

Ávaraðu tingmenn í ramasta álvara, nú uppskotið hjá Tjóðveldi um dupultan útbúgvingarstuðul til stakar uppihaldara var til 1. viðgerð á tingi í vikuni.

Sjálvt uppskotið
Uppskotið snýr seg um, at stakir uppihaldarar skulu fáa dupultan útbúvingarstuðul, meðan teir eru undir útbúgving. Vit vita, at fleiri teirra noyðast at velja útbúgving frá, tí tað er ov trupult at fáa endarnar at røkka saman, sum skipanin er í dag. Eiheldur hava vit lestraríbúðir, sum givið hevði bøtt um støðuna. Havi áður skrivað um uppskotið, og eg gleddist veruliga undir viðgerðini, tí helmingurin av tingfólkunum hildu, at ábøtur vóru neyðugar, og vildu fremja munagóð átøk í verki..

Konservatismuhvøkkurin
Fái sum frammaná hvørja ferð eg hoyri tingmenn bera fram – í ramasta álvara enntá – at ansast má eftir, tí slík uppskot kunnu føra við sær at familjur fara í upploysn. Kennir tú nakað par, sum hevði farið hvør til sítt, tí at nú var gjørligt at fáa smáar 3800 kr mánaðarliga eyka undir útbúgving? Haldi, at slíkur hugburður ber boð um at lítið álit á foreldrum.

Kriminell?
So er tað hitt argumentið sum eisini altíð verður nýtt, tá vit tosa um stakar uppihaldarir: “Spurningurin er um uppskotið er so gott. Tí kanska fólk fara at snýta. Fáa sær dupultan útbúgvingarstuðul, hóast tey í veruleikanum ikki eru støk.” Skelkandi ha? Hvussu ber tað til, at slíkar grundgevingar bert verða nýttar, tá talan er um stakar uppihaldarar? Vit hava SO nógvar ymiskar stuðulsskipanir – stuðulsskipanir sum onkur helst hevur gjørt sær dælt av. Tað løgna er bert, at eg ongantíð havi hoyrt hendan ivan sáddan um nakran annan málbólk. Hvussu ber tað til?

Kynspolitiskt mál?

Eisini helt onkur uppskotið vera kynspolitiskt. Well, um so var, at helvtin av teim 33 tingfólkunum vóru kvinnur, mundi javnstøðulógin so ikki verið samtykt nakað væl fyrr enn 1994? Mundu korini hjá støku uppihaldarunum (sum oftast er kvinnur) ikki verið nakað væl betri enn í dag? Mundi fíggjarlógin og harvið eisini raðfestingarnar sæð væl øðrvísi út enn í dag?
Men sjálvandi er bert gott, um tað er sjónligt at fleiri kvinnur eru á tingi. Men vit eru tíverri bert 5 av 33.

Konstruktivt kjak

Helt annars kjakið vera kveikjandi – flestu framsøgufólk og viðmerkjarar vóru positiv og samd um, at ábøtur vóru neyðugar. Landsstýriskvinnan í mentamálum ásannaði eisini, at hesin málbólkur skuldi raðfestast og hon vildi gera sítt til at fremja ábøtur. Hetta fegnast vit sjálvandi um í Tjóðveldi.

Harleywoodpaint