– Vit gera av at møtast á Stroynum. Eg fari inn á Stroyið, men vit høvdu ikki avtalað nakað ávíst stað, eg helt bara, at hann mundi hugsa um Storkets Springvand. Eg bíði eitt langt og sjey breið, sms-i til hansara, men eg hvørki síggi ella hoyri nakað frá honum.
Tá hugsaði eg, at nú skal vera well, onki skal nakað mannfólk halda meg fyri gjøldur, so eg fór beint til hús aftur, greiðir Maria frá.
– Tá eg komi til hús, ringir telefonin. Nú er tað Páll. Hvar eg eri? Jú, sigi eg, eg eri heima. Jamen, eg havi verið kanalfart, og har hevur onki samband verið, og nú kemur ein rúgva av sms-um inn á telefonina, sigur hann. So hann var púra ósekur, stakkalin. Hann kom so út við papp-abbadóttur síni at fáa sær ein drekkamunn og bjóðaði mær út kvøldið eftir.
Les alla greinina um Mariu í Ullvøruhúsinum í nýggjastu Fyndini – keyp her: https://fyndin.fo/collections/all


