Norðlýsið hevur eisini ringt til Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra. Vit spurdu hann, hvussu hann metir hesa kreppuna, sum nú hevur verið við kreppuna í 1994.
– Ein kreppa er altíð ein kreppa fyri tann, sum hon rakar. Soleiðis eru tær ikki ólíkar, men munurin á hesari kreppuni og tað í 1994 er millum annað, at nú hevur Klaksvík isolerað verið rakt, bæði tí, at kommunan er illa fyri og at Kósavirkið læt aftur um nøkulunda somu tíð.
Meðan kreppan í 1990unum, tá fór alt landið av knóranum, bæði bankar, vinnulív og landskassin. Einastu, sum ikki fingu sanerað skuldina, vóru nakrar kommunur, harímillum Klaksvík.
– Men báðar kreppurnar hava havt tað til felags, at allar avleiddar vinnur fáa tað ringt, tá stóru virkini fara og skip fara og síðani verða seld úr býnum.
– Tí má sigast, at um vit ikki áttu fólk, sum handlaði og eru fødd vinnulívsfólk, komu vit at hava stórar trupulleikar.
– Lat meg eisini leggja afturat, at Norðoyatunnilin hevur gjørt, at fleiri fyritøkur aðrastaðni frá, hava gjørt íløgur í Klaksvík bæði í sekunderu vinnuni og í handilsvinnuni og enntá í primeru vinnuni eisini. Tað er komið okkum væl við.
Føroya Banki gjørdi sína skyldu
Til seinast kann eg skoyta uppí, nakað frá kreppuni í 1994. Eg minnist ein dagin, tá Jógvan Clementsen, sum tá var kommunuskrivari og eg eftir ein av okkara mongu fundum við Føroya Banka í Havnini, fóru avstað, helt táverandi stjórin Hans Jørgen Laursen soleiðis: “Jógvan, Klaksvík skal nok klare sig, I kommer hurtigt op igen, for i har dygtige erhvervsfolk”! Har fekk hann rætt.
Eg haldi eisini, at eg skal geva Jørn Astrup Hansen seinasta stjóranum eina rósu, fyri eina góða, gløgga og fornuftiga avtalu vit fingu við Føroya Banka, sum bjargaði skjótu uppgongdini í kommununi, meðan táverandi Landsstýrið royndi at leggja fótonglar í vegin.
Ídag er ein fantastiskur dagur í Klaksvík. Kósavirkið er farið ígongd. Og ígjár samtykti býráðið at gera eitt veruligt átak fyri tey gomlu við einum ellisheimi, og tá vinnan, tænastur og tað sosiala fylgist, fáa vit eitt sunt felag.
Fantastisk, at fólk sleppur aftur til arbeiðis í einum meiningarfyltum arbeiði, sum snýr seg um okkara framleiðslu og eksport, sum er fiskur.
Segði Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtings- og landsstýrismaður at enda.




