Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fantastiskt at flúgva við Atlantic Airways

John William Joensen

segði kendi amerikanski gospelsangarin, David Phelps, sum vitjaði á Summarfestivalinum í ár

David Phelps er eitt av heitastu gospelnøvnunum í USA og tí er hann eisini á turne nærum alt árið.

– Eg flúgvi sera nógv og tí má eg siga at eg var hugtikin av tænastuni umborð á Atlantic Airways.

– Í USA hava vit fyri fleiri árum síðan mist alt tað sum eitur tænasta umborð á flogførunum, uttan so at tú keypir flogferaðseðil á Buisness Class sum kostar nógvar pengar.

– Tað fyrsta eg legði til merkist tá eg kom umborð á Atlantic var hvussu blíðar og hjálpsamar flogternurnar vóru. Harafturat var var matur og drekka ókeypis og fleiri ferðir spurdu flogternurnar um alt var í lagið.

– Hóast vit høvdu eina drúgva ferð vegna mjørka í Føroyum so kendi ein seg væl viðfarnan og hetta er nakað sum eg seti stóran prís uppá.

– Eg haldi tað vera fantastiska gott at tað framvegis eru feløg sum halda fast við góða tænastu í einum heimið har næstan alt snýr seg um krónur og oyru.