Í morgun lat eitt stórt Leikaland upp í stuttleikagarðinum á Ziskatrø
Nógv fólk hava longu verið og vitjað stóru barna- og familjustevnuna sum er í skúlagarðinum á Ziskatrø heilt fram til miðnátt.
Á skránni er, umframt nógva livandi tónleikin, ævintýrskapningar, undirhald, hoppuborgir, sjórænarar, klatriveggur, livandi dýr, teknistova, barnabio, diskotek, karoki og sjálvandi mangt gott at eta og drekka.
Sí annars skrá í Norðlýsinum – sum er borið í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggjum




