Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fantastiskt U21 avrik í Týsklandi

Jákup Ósá

U21 landsliðið hjá Føroyum leikti ein ótrúliga góðan dyst móti einum av sterkastu U21 landsliðum í Europa í løtuni. Tí var ótrúliga spell, at Føroyar ikki fingu stig

U21 landsliðið hjá Føroyum leikti ein ótrúliga góðan dyst móti einum av sterkastu U21 landsliðum í Europa í løtuni. Tað var ótrúliga spell, at Føroyar ikki fingu stig, tí so gott avrik og tvey mál kundu tað sama givið minst 1 stig. Úrslitið gav ikki stig, men sjálvt avrikið var fantastiskt.

Á Tórsvølli í seinasta mánað sóu øll, hvussu gott týska liðið var. Tey flestu mettu hetta sum kanska sterkasta liðið, sum føroyska U21 landsliðið nakrantíð hevur møtt. Tí vóru vónirnar fyri einum góðum úrslitið kanska so sum so í øllum førum hjá teimum uttanfyri sjálvan hópin hjá føroyingum.

Alt riggaði

Men á Eurosport, har dysturin bleiv vístur, gjørdi føroyska liðið framúrskarandi lýsing fyri Føroyar og føroyskan fótbólt. Nærum alt riggaði og beinanvegin sást, at føroyska liðið kundi spæla við og ikki minst tordi. Tá 11 minuttir vóru leiktir fingu vit eitt føroyskt álop eftir mynstri, sum vit kenna best frá Messi, Iniesta, Xavi og hinum í Barcelona. Bárður Hansen, Gilli Sørensen og Gunnar Zachariassen áttu uppspælið við framúr góðum og skjótum smáspælið. Og hóast bæði Gilli og Gunnar kundu skotið uppá mál, so bíðaðu teir og til seinast spældi Gunnar bóltin afturum verjuna til fram stormandi Árna Frederiksberg, sum lyfti bóltin uppum Marc-André tér Stegen í týska málinum til 1-0. Støðan helt sær til beint áðrenn hálvleik, tá trunka spæl endaði við, at Robin Knoche fekk bóltin um strikuna.

Seinni hálvleikur eins góður

Vit føroyingar sótu nokk bara og bíðaðu eftir, at týska trýstið fór at koma í seinna hálvleiki, tí føroyska liðið hevði sum heild sera gott tak á dystinum í fyrra hálvleiki og kom ikki undir stórvegis trýst, hóast onkrir møguleikar komu. Men føroyingar høvdu eisini royndir á mál. Og beint eftir hálvleik var Týskland heppið ikki at missa ein leikara vegna reytt kort, tá vælleikandi Gunnar Zachariassen bleiv feldur við beinari kós móti málinum. Tá 69 minuttir vóru farnir kom Føroyar aftur á odda. Venjararnir Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava heilt avgjørt vant støðuna við liðinum, sum førdi til 2-1 málið, tí talan var um sera væl eydnað langt innkast frá Gilla Sørensen. Miðverjarnir vóru báðir komnir fram við og fingu høvuðs leiklutin. Stóri og sterki Sonni Ragnar Nattestad vinnur fyrsta bóltin og skallar víðari inn, har Hørður Askham rennur væl inn í økið har bólturin kemur og so var 2-1 og stóra sensatiónin lúrdi av álvara. Men hóast einki stórt týskt trýst kom eftir málið, so fingu teir javnað út bara 6 minuttir seinni, tá Bárður Hansen møguliga bleiv snýttur fyri fríspark í somu støðu sum Kevin Volland javnaði. Í 81 minutti kom sigursmálið hjá Týsklandi, tá Amin Younes skeyt millum beinini á Sonna og snýtti vælleikandi Teit M. Gestsson í málinum.

Ein fragd at síggja

Dysturin sum heild var óvanligur, tá vit tosa føroyskan landsliðsfótbólt á útivølli móti stórari fótbóltstjóð. Og tað vístu seinastu 10 minuttirnir eisini væl, eftir at Týskland var komið á odda. Tá trýstu Føroyar og høvdu einar 3-4 góðar mál møguleikar. Málið kom ikki, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð, sá ein væl, hvussu glaðir týskarar vóru fyri tað, tí tað stóð veruliga á gomlum nøglum hjá teimum hendan dystin og tað høvdu teir heilt vist ikki væntað undan dystinum, har teir m.a. eisini spardu einstakar profilar á liðinum.

Tað var ein fragd at síggja føroyska liðið hendan dystin. Hvør einasti leikari stríddist fyrimyndarliga og serliga í bóltspælinum tordi liðið at hava bóltin og spæla. Fyri tað mesta funnu leikararnir væl hvønn annan. Tá so Týskland hevði bóltin, so dugdu føroyingar væl at skipa seg og velja røttu løturnar, tá trýstið skuldi leggjast høgt, og hetta riggaði sera væl. Týskland hevur í sínum fýra dystum bara latið hesi bæði málini inn og tað sigur alt um framrættaða føroyska partin, sum ein vanliga ikki sær nógv til í útidystum móti sterkum tjóðum sum Týsklandi. Men U21 landsliðið hevur fyrr prógvað sítt virðið og hetta var á hædd við tey bestu avrikini. Bara spell, at dysturin einki stig gav, tí tað hevði ikki verið óuppiborið. Venjarar og leikarar – har eingin kann takast framum nakran annan – kunnu av sonnum vera stoltir av hesum dystinum. Og yvir fyri mongu hyggjarunum á Eurosport var hetta ein sera góð lýsing fyri føroyskum fótbólt.