Árnafjørður verður karmur um slóð-brótandi toskaaling. Um miðjan desember verða nevniliga 100.000 toska yngul sett út á fjørðin.
John D. Olsen
Í desember fer Faroe Salmon at seta 100.000 smáar toskar út á Árnfjarðarvík. Sostatt verður Árnfjarðarvík karmur um fyrstu veruligu royndina at ala tosk í Føroyum.
Talan er um yngul undan toski av Føroya Banka, sum er kendur fyri at hava eina serliga genetiska samanseting, ið m.a. ger at hann veksur skjótt. Harafturat er ber hann eisini orð fyri at hava eina framúr góða góðsku. Toska yngulin, ið hevur gingið í byrgingunum við Nesvík, er fingin til vega frá Fiskaaling.
Royndir, sum hava verið í Norra, vísa misjøvn úrslit. Onkrir, ið hava roynt at alt tosk, hava tó fingið lønandi virksemi burturúr. Bæði størri og smærri trupulleikar hava verið. Eitt nú hevur toskurin tað fyri, at hann bítur hol á nótina og rímur. Ein annar trupulleiki er, at nøgdin av fiski, ið verður kynsbúgvin ofta er ov høg. Hetta førir við sær, at hann brúkar alla orkuna til kynsbúningina heldur enn til at vaksa.
Miða verður ímóti at fáa toskin at viga 4 kilo, áðrenn hann verður tikin. Roknað verður við, at tað fer at taka toskinum umleið tvey ár at vaksa seg so stóran.




