Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara at broyta broytingarnar

John William Joensen

Ætlaðu broytingarnar, sum Bjørn Kalsø ætlar at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap, hava skapt rembingar í samgonguni

Í gjár úttalaði Bjørn á Heygum, advokatur, í útvarpinum at ein grein í lógini staðfestir, at veiðiloyvi verður endurnýggjað í 2001, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar, ið eru settar í viðloyvi og fiskiloyvi.
Í viðmerkingunum stendur, at lýkur loyvishavari allar treytir, hevur hann rætt at fáa loyvið endurnýggjað 5. hvørt ár.
Sambært Bjørn á Heygum gevur hetta reiðarum krav uppá at fáa síni loyvi endurnýggjað langt fram í tíðina.
– Verða tær broyttar seinni, kann tað elva til risastór endurgjaldskrøv frá vinnuni, segði advokaturin við útvarpið, gjárakvøldið.

Politiskur turbolensur
Hóast løgfrøðingar eru ósamdir á máli um útleggingarnar hjá Bjørn á Heygum, so hevur hetta skapt eitt ávíst rumbul, serliga í javnaðarflokkinum.
Allan morgun hevur verið arbeitt við ymiskum møguleikum, og sum tað sær út í løtuni verða nógv umtalaðu orðingarnar broyttar.
– Politiska handverkið verður ongantíð liðugt, segði Hendrik Old (tá vit hittu hann í korridorinum)! 

Í politikki eru tó altíð fleiri partar í málinum, tí vinnan sum skal liva við broytingunum hevur tikið undir við ætlaðu broytingunum, men um tær vera broyttar enn meir, so er spurningurin um hvat vinna ferð at siga til tað

Í øllum førum er tingmál nummar 53/2006 og tingmál 120/2006 útsett til seinri í dag meðan politisku handverkarnir arbeiða við málinum. 

——-
Annars skullu vit minnast til at takka umsitingini her í løgtinginum fyri at gera tað sera arbeiðsligt hjá okkum her á Norðlýsinum