Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara at framleiða egið fóður í mai

Jógvan Hugo Gardar

Marine Harvest Group (MHG) nærkast Bakkafrost sum ein fyritøka sum framleiðir alla ketuna frá smolt til laks sum liggur í handilsdiskinum. Í mai skal Marine Harvest Fish Feed-virkið í norsku bygdini Bjugn royndarkoyrast. Nina Berg, skrivstovustjóri á Marine Harvest Fish Feed, sigur við blaðið Fosna-Folket, at tey um stutta tíð eru klár til at framleiða fóður til Marine Harvest-aliringarnar.

Marine Harvest Group (MHG) nærkast Bakkafrost sum ein fyritøka sum framleiðir alla ketuna frá smolt til laks sum liggur í handilsdiskinum.

Í mai skal Marine Harvest Fish Feed-virkið í norsku bygdini Bjugn royndarkoyrast. Nina Berg, skrivstovustjóri á Marine Harvest Fish Feed, sigur við blaðið Fosna-Folket, at tey um stutta tíð eru klár til at framleiða fóður til Marine Harvest-aliringarnar.

– Vit byrja royndarkoyringina í mai, og eftir ætlan skulu vit senda fyrsta fóðuri frá virkinum til eitt alibrúk tann 6. juni, sigur Berg.

Um vikuskiftið hava tey sett upp ein krana á havnalagnum har virkið liggur. Hesin skal klára at flyta eini 300 tons um tíman. Kranin vigar 170 tons, er 26 metrar høgur og røkkur 20 metrar.

Marine Harvest Group fylgir nú í fótafetunum hjá Bakkafrost, tað vil siga at fyritøkan bæði framleiðir fóður, hevur egna smolt- og laksaframleiðslu og man kann góðska laksin. Upprunaliga var MHG ein rein alifyritøka, ið keypti fóður og seldi laksin til góðskingar. Í 2013 keypti MHG pólsku góðskingarfyritøkuna Morpol, og fekk við tí atgongd til størstu góðslingarfyritøkuna í Europa av royktum laksi. Samstundis byrjaði man byggingina av fóðurvirkinum í Bjugn. MHG hevur ætlanir um at byggja eitt fóðurvirki afturat. Endalig avgerð um nær og hvar er ikki tikin.

Tað er ikki tikin nøkur støða til um Marine Harvest í Føroyum skal hava fóður úr Bjugn. Í dag hava teir eina avtalu við Skretting um fóður. Og sum skilst á Hans Jákup Mikkelsen, stjóra í Marine Harvest Faroes, so er ongin avgerð tikin um hvar teir skulu keypa fóður í framtíðini.