Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara at kasta nót á Borðoyavík kl.16:00

John William Joensen

Hjáltur Poulsen frá Føroya Sjómannadeg sigur at í dag fara teir fyri fyrstu ferð í umleið 40 ár at kastað nót á Borðoyavík, fyri at fiska til kørini hjá Føroya Sjómannadagi.

– Hetta er ein roynd at fáa framsýningina av livandi fiskum, skjeljadjórum o.ø. so áhugaverda sum gjørligt. 

– Tað hevur ikki verið kastað við nót frá landi á Borðoyavík síðan einaferð í 1980 árunum, so vit eru sera spentir hvussu hetta fer at roynast.

– Vit hava brúk fyri nógvari hjálp, bæði kvinnum og monnum, tí tað er tungt at draga eina stóra nót uppá land.

– Øll sum vilja hjálpa til verða biðin um at møta á kajini á Flesjum kl. 16:00. Hevur onkur møguleika at dykka og taka myndir meðan vit kasta nót hevði tað verið kærkomin.