Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur at orsøkin til at privata verkætlanin um Skálafjørð ikki gjørdist veruleiki var at Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen heldur vildu hava eina almenna loyn har bummgjaldi í Norðoya- og Vágatunnlinum varð brúkt sum trygd fyri Skálafjarðartunnlinum soleiðis at landskassin slapp frá at veðhalda og stóra byggiverkætlanin álíkavæl kundi fáa lægri rentu.
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur at orsøkin til at privata verkætlanin um Skálafjørð ikki gjørdist veruleiki var at Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen heldur vildu hava eina almenna loyn har bummgjaldi í Norðoya- og Vágatunnlinum varð brúkt sum trygd fyri Skálafjarðartunnlinum soleiðis at landskassin slapp frá at veðhalda og stóra byggiverkætlanin álíkavæl kundi fáa lægri rentu.
Enn er einki komið fram um hvussu samgongan nú ætlar at fáa loyst tunnilsmálini, men borgarstjórin í Klaksvík ger greitt, at tað hevur alstóran týdning at politiska skipanin heldir seg til tær avtalur sum eru gjørdar, soleiðis at Vága- og Norðoyatunnlarnir verða handaðir landinum til ognar tá lánini eru afturgoldin og tunnilsgjøldini avtikin.
Samhaldsfesti
– Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram at tunnilsgjaldið skal verða tekin um samhaldsfesti, men eg kundi hugsað mær at fingið at vita við hvønn hetta samhaldsfesti skal vísast ímóti.
– Taka vit tveir borgarar og kallað teir A og B. Annar býr á Eiði og hin í Klaksvík
– Tá teir keypa sær bil rinda báðir skrásetingargjøld og MVG til landskassan.
– Tvær ferðir um árið rinda báðir veggjald til landskassa og hvørja ferð A og B fylla brenniolju á bilarnar rinda teir eini 40% av kostnaðinum til landskassan.
– Men tá A setur seg í bilin og koyrir gjøgnum tunlar og brýr til Havnar, rindar viðkomandi ikki eina krónu – men hvørja ferð B skal koyra millum Klaksvík og Leirvík skal hann gjalda eitt ”samhaldsfast” gjald.
Tunnilsgjøldini eru beinleiðis við til at gera mismun millum borgarar og ikki minst vinnulív í Norðoyggjum og aðrastaðni í landinum.
Bummgjald kann ikki brúkast sum trygd
– Sum sagt so kenni eg ikki uppskotið sum samgongan arbeiðir við nú, men tá privata ætlanin varð viðgjørd kom fram at ein treyt fyri at ein so stór verkætlan sum Skálafjarðartunnilin, skal fáa fígging við lágari rentu er antin við at landskassin veðheldur ella við veðhaldið í bummgjaldinum í Vága- og Norðoyatunnlunum, sum Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen mæltu til. Men samstundis merkir hetta at um Eysturoyartunnilin dýrkar munandi ella at ferðslan ikki verður, sum man roknar við – so skal tunnilsgjaldi í Vága- og Norðoyatunnlinum eisini fíggja raksturin av Skálafjarðartunnlinum.
– Verður hetta veruleiki hava norðoyingar og vágafólk als onga trygd fyri tunnilsgjaldinum og vit kunnu enda í eini støðu har gjøldini í Norðoya- og Vágatunnlunum verða enntá hækka.
Tí skal politiska skipanin halda seg til upprunaligu ætlanirnar soleiðis at Vága- og Norðoyatunnlarnir verða handaðir landinum tá lánsgjøldini eru niðurgoldin, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim.




