Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fara nú at selja campingpláss til Summar Festivalin

sf.fo

Mikukvøldið byrjar sølan av campingplássum til Summar Festivalin 2020

Mikudagin 4. mars kl. 19:00 letur sølan av plássum til campingvognar á Summar Festivalinum upp. Campingpláss verða seld á 5 ymiskum økjum í Klaksvík, og samanlagt er talan um 218 pláss.

Sølan er skipað soleiðis, at mikukvøldið kl. 19:00 letur online-skipanin upp, og tá verða campingpláss á øllum økjum tøk at keypa. Øll sleppa inn í skipanina samstundis, og selt verður eftir »først til mølle« prinsippinum.

Sølan av campingplássum til Summar Festivalin 2020 fer fram umvegis heimasíðuna sf.fo.