Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara nú út til fólkið at greiða frá um talgildingina av søgu okkara

Helgi Abrahamsen

Í komandi viku fara Søvn Landsins, SavnsGull og Fróðskaparsetur Føroya út at vitja føroyingar.

”Vit fara at siga frá, hvussu okkara mentanararvur verður talgildaður, og hvussu vit føroyingar fáa ágóðan av hesum,” siga tey í tíðindaskrivi.

Rundferðin byrjar sunnudagin 29. mai á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Har fer Henrik Old, landsstýrismaður, at seta tiltakið, og áhoyrararnir verða kunnaðir um stóra arbeiðið ið fer fram. Tiltakið heldur fram umborð á Smyrli við framløgum, og tosað verður eisini við tey ferðandi.

Mikudagin 1. juni verður farið til Klaksvíkar, har prátað verður við tey, ið koma inn í bakaríið hjá Jórun.

Tiltakið endar fríggjadagin 3. juni. Tá verður vitjað á flogvøllinum og í SMS.

Talgildingin gevur nógvar møguleikar

Fólk frá Skjalasavninum fara á rundferðini at greiða frá gomlum skjølum, ið síggjast á internetinum. Umboð fyri Fornminnissavnið fer at siga frá hvussu útgrevstrar kunna endurskapast í 3D og hvussu arbeitt verður við dronum í útgrevstri. SavnsGull greiður frá hvussu tað gongur við bjargingini av Kringvarpssavninum. Fólk frá Landsbókasavninum fara m.a. at greiða frá talgildingini av føroysku bløðunum. At enda fer Fróðskaparsetrið at greiða frá um talgildingina av ordraseðlunum og grundarlagnum undir orðabókaarbeiðinum. Fólk fáa høvi at seta spurningar.

”Okkara mentanararvur verður talgildaður, og tað skula vit øll hava ágóðan av. Tí gleða vit okkum at síggja tykkum,” verður sagt í tíðindaskrivinum.