sigur Eyðun Joensen varastjóri í TAKS, sum vátta at smápartafelagið hjá Óla Samró sleppur frá at gjalda MVG av tiltakinum í Norðurlandahúsinum
Hóast smápartafelagið FAREC INTERNATIONAL er skrásett í Føroyum so verða fakturarnir sendir frá deildini í HAAG í Hollandi og gjaldið hjá luttakarunum á ráðstevnuni verður (sambært faktura) flutt beinleiðis á konto hjá bankanum ABN-AMRO í Statenlaan í HAAG.
Eyðun Joensen, varastjóri í TAKS sigur at FAREC hevur spurt seg fyri hjá TAKS um tiltakið kundi verða frítikið fyri MVG.
– Vit hava eitt fyridømi – nevniliga veðurlagsráðstevnan við Al’gore sum eisini var í Norðulandahúsinum.
– Vit umrøddi málið og eg kann siga somikið sum at vit vóru ikki heilt samdir.
– Tiltakið er á markinum til tað sum loyvast kann, men vit valdu so at geva loyvi til at tiltakið var frítikið fyri MVG.
– Her hildu vit okkum til !§2 stykki 2,c sum sigur at "undirvísing í skúla ella á fróðskaparsetri, faklig útbúgving, herímillum endurútbúgving, og onnur frálæra, ið líkist skúla ella fakligari útbúgving. Undirvísing í máli, tónleiki, fimleiki, handarbeiði, tekning, bókhaldi og maskinskriving er at rokna sum sovorðin útbúgving" kann er frítikin fyri MVG.
Tað sum vit eisini løgdu dent á var tað sum stóð í punkti D: Mentunarligt virksemi, herímillum bókasøvn og forngripasøvn,……..
– Føroyska MVG lógin er ein umseting av donsku lógini og tí styðjaðu vit okkum eisini til danskan litteratur á hesum økinum.
– Men tað er greitt at hetta er ein metingarspurningur – og fáa vit fleiri slíkar fyrispurningar so fara vit neyvan at loyva fleiri líknandi tiltøkum at verða undantikin MVG skyldu.




