Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farex: Lykilin til altjóða handil er fígging

Norðlýsið

Fiskasølufyritøkan Farex er av álvara farin at gera um seg á altjóða marknaðinum. Fyritøkan hevur júst sett sølufólk í Danmark og Onglandi, og ein støðugt størri partur av søluni er nú útlendskur fiskur. Við Føroya Banka sum nýggjum fíggjarveitara ætlar Farex at vaksa uppaftur meira uttanlands

TÍÐINDABRÆV



Farex varð stovnað í 1997. Teir báðir stovnararnir, Rói Egholm og Kaj Leo Johannesen, ætlaðu tá, at fyritøkan einans skuldi selja fisk úr Føroyum. Tað gjørdi Farex eisini í fleiri ár. Men seinnu árini er sølumynstrið farið at broytast. 
 
"Handilsligu landamørkini hvørva, og nýggir møguleikar eru farnir at vísa seg. Tá vit byrjaðu, var øll okkara søla føroyskur fiskur. Í 2005 vóru 40 prosent av okkara sølu útlendskur fiskur, ið vit seldu fyri útlendskar kundar. Mál okkara er at økja útlendska partin upp í 70 prosent, tó uttan at minka tann føroyska partin," sigur Rói Egholm, stjóri á Farex.
 
Til tess at røkka hesum máli hevur Farex tikið tvey týðandi stig í seinastuni. Annað var at seta á stovn nýggja søludeild við trimum fólkum í Onglandi í 2005. Eisini á deildini hjá Farex í Danmark vórðu sølufólk sett í starv á fyrsta sinni í fjør.
 
Hitt stóra stigið, sum Farex júst hevur tikið, er at fáa sær nýggjan fíggjarveitara. Føroya Banki er nú fíggjarveitari hjá Farex.
 
"Okkara fyritøka og Føroya Banki hava sama hugsunarhátt, tá tað snýr seg um at menna vinnuligt virksemi. Vit hugsa altjóða, og tað ger bankin eisini. Hetta er altavgerandi fyri okkum, tí lykilin til allan altjóða handil er fígging," sigur Rói Egholm.
 
Tá Farex fór undir sítt virksemi í 1997, arbeiddu trý sølufólk hjá fyritøkuni. Í dag hevur Farex tilsamans seks sølufólk í Føroyum, Danmark og Onglandi og eitt aftrat í Spania, sum er knýtt at donsku deildini. Haraftrat eigur fyritøkan Kaldbak Seafood, sum framleiðir úrdráttir til gourmet-matstovur á evropeiska marknaðinum. Á Kaldbak Seafood starvast 14 fólk.
 
Føroya Banki fegnast um nýggja samstarvið við Farex: 
 
"Farex er ein væl rikin fyritøka, sum hevur prógvað sínar dygdir. Ætlanirnar hjá fyritøkuni eru spennandi, og góðu altjóða sambondini hjá Farex kunnu heilt vist geva bankanum góðan íblástur, eins og bankin kann geva Farex nýggjan íblástur," sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri og leiðari á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka.