Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Farið út um allan heim!

Jóhannes M. Olsen

Farið út í alla verðina-!  Tað eru stóru boðini, sum Harrin  sjálvur á himmalsferðfjallinum  hevur givið sínum lærusveinum Evangelii við á reisuni, tá íð hann segði við teir:” Farið út í alla verðina og berið øllum skabningunum evangeliið”.  Men eingin av teimum, sum stóðu har á fjallinum og hugdu upp eftir honum, hava skilt tann ómetaliga týdning í hesum marsjinum so fullkomuliga sum tann maðurin, sum um tað mundi hoyrdi til fíggindar krossins, ápostulin Paulus.

Tað er yvir hansara verðinsumreisir eitt friðloysið eitt óupphaldiligt ídni og ein hvíluleysheit,  sum ongarstaðir fellur til róð ella búðstað so man neyvan kann seta eina betri yvirskrift yvir heila lív Paulusar enn seinasta  boð frelsarans:” Farið út í alla verðina -!”

Í allari Nýggjatestamenti gevist har, burtursæð frá Jesu persóni, eingin karakterur, sum teknar seg fyri eygað so klárt og við skarpum umhvarvi sum ápostulin Paulus persónligheit. Ápostlarnir frá Galilea standa ofta óklárir fyri okkum. Um fleiri av teimum kenna vit  einki annað enn navn teirra. Teir høvdu uppfylt tænastu teirra  fyri heilagu skriftina, aftaná teir høvdu mynda óspilta fyrsta jarðarbotnin og móttakiligu grndina, har Jesus kundi niður leggja evangeliska sáði í. So hvurvu teir. Sjálvt Petur høvdu vit bert óvissar frænir um.

Og hevði Jóhanes ikki tikið sær fyri einastandandi evangeliið, vildi sjálvt hann verið so gott sum ókendur fyri okkum. Hann forsvinnur brátt við fyrstu kapitlunum í ápostlasøguni.

Men hvussu klárt og týðuliga stendur ikki myndin av apostlinum Paulusi fyri okkum!

Allareiða í brøvum hansara kemur karaktermyndin livandi fram fyri okkum.  Vit fylgja honum frá stað til stað undir grundleggjandi kirkjuarbeiði hansara. vit eru vitni til forfylging hansara. Vit fáa innlit í hansara umstøður og minni ágangir.

 

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl