Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farloyvisstarv í 1 ár á MRCC-Tórshavn

Lýsing – www.mrcc.fo

Eitt fyribilsstarv sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre) er leyst at søkja.

Starvið umfatar hesar uppgávur :

૭ Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini.

૭ Tilkallivakt.

૭ Móttaka fráboðanir og taka støðu til hjálparveitingar á føroyskum sjóøki.

૭ Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. skráseta ymiskt í sambandi við tilbúgvingina.

Førleikakrøv:

· Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving.

· Duga at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

· Kunnleika til teldur.

Setanartreytir:

Starvið, sum er tænastumannalíknandi, er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.

MRCC bjóðar:

Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO og føroyskum lógarverki.

Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.

Persónligir eginleikar:

Kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum.

Meira fæst at vita um starvið:

við at venda sær til MRCC- Tórshavn, tlf. 351302, teldupost manager@mrcc.fo

Umsóknir:

Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða MRCC-Tórshavn, Tinghúsvegur 64, 110 Tórshavn í hendi áðrenn mánadagin 16. september 2013, kl. 12:00.

Harleyfacadeacryl