Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farmatúrur við Sam til Fugloyar

Helgi Abrahamsen

Um tú hevur farm, ið skal flytast til Fugloyar ella úr Fugloy, so er møguleiki til tað nú.

Um tú hevur farm, ið skal flytast til Fugloyar ella úr Fugloy, so er møguleiki til tað nú. Strandferðslan boðar í dag frá, at um viðrar verður skipað fyri farmatúri við Sam úr Klaksvík til Fugloyar og aftur. Ikki verður upplýst, nær farmatúrurin verður, men tey ið ynskja at senda farm verða biðin um at venda sær til farmaavgreisðluna í Fugloy á tlf. 22 71 75 ella farmastøðina í Klaksvík á tlf. 29 30 64.

Seinasta freist at boða frá er 16. januar.