Tað gongur nú væl við arbeiðinum í Norðoyatunnlinum. Um miðdagsleitið ídag for liðið Borðoyarmegin tvørtur um 2000 metrar markið undir Háfjalli.
Arbeiðisliðini bæði, annað Borðoyarmegin og hitt Lorvíksmegin, náa helt teir 5000 metrarnar kring páskafrítíðina.
Ídag á miðdegi fór liðið sum arbeiðir Borðoyarmegin um teir 2000 metrarnar undir háfjalli og hetta fór ikki fram við borðinum hjá Norðlýsinum, tí vit vóru á staðnum við eini køku til kaffi í hesum sambandinum.
Samstundis sum liðið undir Háfjalli er komið 2000 metrar fram, so er stendur liðið undir Lorvíksfjørði júst nú á 2867 metrum inni undir fjørðinum. Borðast skulu tilsamans 6155 metrar, so tað gongur skjótt ímóti gjøgnumspreinging.
Dávur Reinert Hansen sigur við Norðlýsið, at tá teir Lorvíksmegin hava sprongt seg nakað longur, eru teir komnir til projekteraðu pumpustøðina, ið teir tá fara í holtur við. Borðoyarmegin fara teir í næstu viku undir at asfaltera einar 500 metrar afturat av koyribananum, so farið verður helst ikki um teir 5000 metrarnar fyrr enn beint eftir páskir.
Borðoyarmegin eru teir nú við at vera komnir út undir sjógvin í Lorvíksfirði, men røkka helst ikki heilt út til sjógvin áðrenn páskir.
Um tíðarætlanina sigur Dávur Reinert Hansen, at leingið vístu framrokningar, at sprongt fór at vera ígjøgnum nú í juni mánaða og onkuntíð gekk so væl at teir roknaðu við at kunna sprongja ígjøgnum í mai, men orsakað av vatntrupulleikunum undir Háfjalli longdist tíðarætlanin langt út í juli mánaða. Seinastu tíðina hevur tó gingist so mikið væl, at nú rokna teir aftur við at kunna sprongja ígjøgnum í juni í ár. Men neyvt nær í juni er ov tíðliga at siga nú.




